Limagjald

Limagjald

Limagjaldið
Tá tú ert skrásettur sum limur í B36, fært tú eitt girokort sendandi.
Limagjaldið verður sent út í februar mánaði og er galdandi fyri alt árið.
Limagjaldið fyri ár 2011 er ásett soleiðis:

• 1.000,- kr. fyri íðkandi vaksin og unglingar
• 800,- kr. fyri íðkandi ung (dreingir/unglingar og G14-17 íroknað)
• 400,- kr. fyri pinkur og pinkulingar
• 500,- kr. fyri hvílandi limir.
Um tú sum íðkandi limur av eini hvørjari orsøk ikki fært girokortið - t.d. vegna broyttan bústað - frítekur tað teg ikki fyri at rinda limagjaldið.

Avsláttur
Um foreldur hava fleiri børn í B36 undir unglingaaldur og G 14-17 verður avsláttur veittur áljóðandi 200,- kr. fyri hvørt barnið.
Tvs. at fyrsta barnið rindar 800,- kr. meðan tey eftirfylgjandi rinda 600,- kr. hvørt.
Tað kann vera torført at fáa hesi viðurskifti skrásett. Tí kunnu foreldur við fleiri børnum í B36 venda sær til Símun Midjord, tel 235340, ið tekur sær av limalistanum og senda limagjaldskrøvini út.
Um limir av einihvørjari orsøk ynskja at skifta felag, tilskilar B36 sær rætt at krevja inn ógoldið limagjald, áðrenn loyvisbrævið verður útflýggjað. Tí er alneyðugt at goyma kvittanir fyri goldið limagjald, um ivamál stinga seg upp.

Broytingar í limaskapinum
Tað er sera umráðandi at B36 fær fráboðan um broytingar sum:

Bústaðarbroyting
Navnabroyting
Broytt tlf.nummar
Aldursbólkur skeivt ásettur
Broyting í limaskapinum
(strikast, gerast passivur ella aktivur, útiseti, o.s.fr.)

 

Kontonummar at flyta limagjald á: 9181 – 127.746.6 í EIK Banka

 

 

Seinast dagførd: Mánadagur, 16. apríl 2012 13:04
 


Seinasti og komandi

Seinasti dystur

Effo-deildin

í Gundadali 4. mai

B36 - Víkingur 3 - 0


Komandi dystur

Effo-deildin

við Løkin 20. mai kl. 15.00

NSÍ - B36

Støðan í Vodafonedeildini

Minst til limagjaldið

Tín meining

Hvør vinnur NSÍ-B36?
 

Innritan



B36-styvlar