Forsíðan Elektron

Reglugerð

§ 1
Navn og heimstaður
Navn felagsins er B36. Í altjóða høpi er navnið FC B36. Heimstaður og tingstaður tess er Tórshavn.

§ 2
Endamál
Høvuðsendamál felagsins er íðkan av fótbóltsleiki, at víðka um kunnleikan og fimleikan í fótbólti sum ítróttargrein.

§ 3
Limaviðurskifti
1. Ein og hvør kann, við at venda sær til venjarar ella starvsnevndarlimir, gerast limur í felagnum.
2. Limagjaldið verður ásett av starvsnevndini. Starvsnevndin kann áseta ymiskt limagjald fyri aktivar og passivar limir, umframt fyri ungdómslimir og vaksnar.
3. Limir, ið eru í eitt ára eftirstøðu við limagjaldinum, hevur starvsnevndin heimild at strika.
4. Limir, ið ikki halda viðtøkur felagsins ella á annan hátt standa felagnum í vegin, hevur stjórnin heimild at strika.

§ 4
Fyriskipan
Fyri viðurskiftum felagsins skipa:
1. Aðalfundurin
2. 5-manna starvsnevnd
3. Møguliga aðrar nevndir settar av starvsnevndini

§ 5
Starvsnevnd
Felagið verður stjórnað av eini 5-mannanevnd, kallað starvsnevnd, ið verður vald av aðalfundinum. Nevndarlimur verður valdur fyri 2 ár. Starvsnevndin verður - um aðalfundur ella eykaaðalfundur við vanligum meiriluta ikki ynskir annað - vald soleiðis, at annað hvørt ár verða valdir tveir nevndarlimir og annaðhvørt ár tríggir nevndarlimir. Starvsnevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni/skrivara og kassameistara. Felagið verður teknað av formanninum og kassameistaranum í felag, tó skal aðalfundurin góðtaka keyp og sølu av føstum ognum.

§ 6
Aðrar nevndir o. l.
Starvsnevndin hevur heimild til at seta nevndir, arbeiðsbólkar, hjálparfólk, ráðgevarar o. l. at taka sær av pørtum av dagliga virkinum í felagnum.

§ 7
Roknskaparárið
Roknskaparárið er frá 1. januar til 31. desember.

§ 8
Aðalfundurin
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins. Hann verður hildin í januar-februar mánaða. Fundurin skal lýsast í bløðunum við í minsta lagi 14 daga ávaring. Mál til aðalfundin skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi eina viku innan fundin. Innkomin mál skulu vera til taks fyri limirnar í so góðari tíð, sum tilber. Fyri at vera viðtøkuførur, skulu minst 18 limir vera møttir til aðalfundin. Eru ikki nóg nógvir limir møttir, verður boðað til nýggjan aðalfund við somu dagsskrá, og er hesin altíð viðtøkuførur.
Stk. 2
Á aðaldundinum er dagsskráin fylgjandi:
1. Fundarstjóri verður valdur
2. Formaðurin greiðir frá farna ári
3. Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur
4. Innkomin mál
5.
a) Val av starvsnevndarlimum samb. §5 og 2 tiltakslimum
b) Val av grannskoðara
6. Ymiskt
Stk. 3
Við val av starvsnevnd skal skrivlig atkvøðugreiðsla fara fram, og bert limir, ið hava fylt 14 ár, hava atkvøðurætt. Valbærur er tann, ið er fyltur 18 ár
Stk. 4
Til allar lógarbroytingar krevst at 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri. Aðalfundurin avger við vanligum meiriluta, um onnur mál eru av slíkum týdningi, at tey krevja 2/3 av atkvøðunum fyri at verða samtykt.

§ 9
Eykaaðalfundur
Ein meiriluti av starvsnevndini kann kalla til eykaaðalfundar. Annars skal starvsnevndin kalla til eykaaðalfundar, tá í minsta lagi 12 limir krevja tað, og samstundis boða starvsnevndini skrivliga frá teimum málum, ið skulu viðgerast.
Stk. 2
Mannagongdin í samband við ein eykaaðalfund er tann sama sum við árliga aðalfundin.

§ 10
Felagið kann ikki takast av, um 18 limir ynskja at halda áfram.

§ 11
Um so er, at felagið heldur uppat, skulu ognir tess ganga til frama fyri ítróttina.

Soleiðis samtykt á aðalfundi 17. februar 2010.

STUÐLAR
Seinasti dystur
B36 1 - 1 B68
Vodafonedeildin 03.10.2009





Vodafonedeildin
LiðDVJTMS
HB2716742255
EB/Streymur2715572250
Víkingur2714581547
NSÍ2713591044
B68271278743
AB279711-634
ÍF278613-330
B36277713-1628
276615-2724
07 Vestur274716-2419
 


Stuðlað av IKT Consult