Forsíðan Elektron

Limagjald

Limagjaldið
Tá tú ert skrásettur sum limur í B36, fært tú eitt girokort sendandi.
Limagjaldið verður sent út í februar mánaði og er galdandi fyri alt árið.
Limagjaldið fyri ár 2007 er ásett soleiðis:

. 800,- kr. fyri íðkandi vaksin og unglingar
. 550,- kr. fyri íðkandi ung (fødd 1992 ella seinni)
. 500,- kr. fyri íðkandi børn (fødd 2000 ella seinni)
. 400,- kr. fyri hvílandi limir.
Um tú sum íðkandi limur av eini hvørjari orsøk ikki fært girokortið - t.d. vegna broyttan bústað - frítekur tað teg ikki fyri at rinda limagjaldið.

Avsláttur
Um foreldur hava fleiri børn í B36 undir unglingaaldur (fødd 1992 ella seinni) verður avsláttur veittur áljóðandi 200,- kr. fyri hvørt barnið.
Tvs. at fyrsta barnið rindar 550,- kr. meðan tey eftirfylgjandi rinda 350,- kr. hvørt.
Tað kann vera torført at fáa hesi viðurskifti skrásett. Tí kunnu foreldur við fleiri børnum í B36 venda sær til Símun Midjord, tel 235340, ið tekur sær av limalistanum og senda limagjaldskrøvini út.
Um limir av einihvørjari orsøk ynskja at skifta felag, tilskilar B36 sær rætt at krevja inn ógoldið limagjald, áðrenn loyvisbrævið verður útflýggjað. Tí er alneyðugt at goyma kvittanir fyri goldið limagjald, um ivamál stinga seg upp.

Broytingar í limaskapinum
Tað er sera umráðandi at B36 fær fráboðan um broytingar sum:

. Bústaðarbroyting
. Navnabroyting
. Broytt tlf.nummar
. Aldursbólkur skeivt ásettur
. Broyting í limaskapinum
(strikast, gerast passivur ella aktivur, útiseti, o.s.fr.)

Seinast dagført 24.03.2010

STUÐLAR
Seinasti dystur
Víkingur 1 - 0 B36
Vodafonedeildin 29.08.2010

Komandi dystur
EB/Streymur - B36
Vodafonedeildin 12.09.2010




Vodafonedeildin
LiðDVJTMS
NSÍ2012442140
HB2011541338
EB/Streymur209742034
Víkingur209741234
ÍF201046634
B3620767327
B6820659-523
B71204511-3017
FC Suðuroy203512-1914
AB201811-2111
 


Stuðlað av IKT Consult