Floksmenn
Floksmenn er viðhaldsfelagið hjá B36, 1. lið menn.
Hugskotið til navnið "Floksmenn" kemur frá floksmonnum, sum søgnin
sigur vóru uppreistrarmenn, sum vildu taka valdið í Føroyum í
avgomlum døgum. Teir høvdu ein sermerktan bát, sum var
hvítur í øðrum borðinum og
svartur í hinum.
Sambært orðabókini merkir floksmaður viðhaldsmaður, so tað hóskar
fínt.
Floksmenn vórðu stovnaðir í 1994 sum felag og koyrdi soleiðis í
nøkur ár, men ásannandi, at raksturin av felagnum var sera tengdur
at gongdini hjá 1. liði, sum jú kann vera rættiliga svikalig, er nú
avgjørt at reka Floksmenn sum ein bólk undir B36.
Virksemið hjá Floksmonnum er fyrst og fremst at skipa fyri
bussferðum til útidystirnar hjá 1. deildarliðnum. Farið verður úr
Gundadali og bussarnir koyra aftur í Gundadal eftir dyst.
Kostnaðurin fyri bussferðirnar er 50 kr. fyri vaksin og 25 kr. fyri
børn. Tó gjalda hjún við børnum bara 75 kr. tilsamans.
Í bussinum er møgulieiki fyri at keypa okkurt drekkandi.
Hyggið her eftir ferðaætlan.
Øll B36-viðhaldsfólk eru vælkomin!