Hørður bestur av øllum
Týsdagur, 16. oktober 2012 09:23

Sambært føroysku fótbóltsvenjarunum er Hørður Askham besti spælarin í føroysku unglingadeildini

 

Fótbóltsvenjarafelagið hevði í farnu viku aðalfund, og ein av tættunum í hesum var at kjósa bestu spælararnar og venjararnar. Í unglingadeildini varð tað ein av okkara spælarum, sum fekk heiðurin sum besti spælarin.

Hørður Askham hevur í ár verið ein týðandi partur av unglingaliðnum, sum vann steypakappingina og sum eisini vann silvurmerkini í landskappingini. Hartil hevur Hørður í seinnu kappingarhálvu verið útleigaður til 07 Vestur, har hann hevur fingið nógva spælitíð og sýnt gott fótbóltsspæl.

Tað var Oddbjørn Joensen, U19-landsliðsvenjari, sum handaði Hørður prógvið fyri heiðurin, og hann hevði bara góð orð at bera spælaranum.

-  Sum U19 landsliðsvenjari havi eg sæð nógvar dystir hjá unglingum í ár. Hørður hevur altíð verið eyðsýndur og mangan verið millum teir bestu.
- Tú hevur fjølbroyttar dygdir og eg meti at tú hevur møguelikan at menna teg víðari, segði Oddbjørn áðrenn hann handaði 18 ára gamla U19 leikaranum steypið.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

Gundadalur - 5. umfar

 

Mánadagin 1. juni - kl. 15:00

  -----------------

1. deild menn

Leygardagin 30. mai - kl.

B36 - B71

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Mánadagin 01. juni - kl.

EBS/SKÁLA - B36

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvær var dagsins maður, TB-B36 1-3?
 

Leinkir

 

Stuðla og vinn

Keyp atgongumerki / lutaseðil 2020 her :

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan