| Byrja móti uppflytarum |
| Mikudagur, 25. januar 2012 08:30 | ||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
|
Nú er endaliga kappingarskráin klár. B36 leggur fyri við heimadysti móti uppflytarunum úr FC Suðuroy
Í mun til undanfarin ár, so er skráin, sum í gjár varð send feløgunum, endalig, og er tað sostatt bert í serligum førum, at broytingar kunnu gerast. Tað er tó longu greitt, at eitt av hesum serligu førum helst verður beint eftir summarsteðgin. Tá spæla helst bæði B36 og EB/Streymur europiska uppgerð, og tí kann roknast við, at tann dysturin verður fluttur fram til fyrstu vikuna í juli. Í aðrar mátar er at siga, at ein stór broyting hesaferð er, at vit ikki spæla móti grannunum á seinasta leikdegi. Tað hevur annars verið galdandi í fleiri ár, men nú steypafinalan ikki longur eigur fastan bústað í Havn, hevur FSF slept avtaluni, sum var um hetta. Ístaðin enda vit í ár kappingarárið við heimadysti móti Víkingi, og tað kann nú eisini gerast mikið spennandi. Og hóast alt, so sær skráin ikki heilt so galin út. Í fjør spældu vit bara 14 ferðir í Gundadali, men talið er í ár 16. Bæði tí plaseringin í fjør ger, at vit eiga 14 heimadystir, og tí tað í ár er HB, sum eigur tørn til tveir heimadystir móti okkum.
Niðanfyri sæst fullfíggjaða dystarskráin hjá okkara monnum.
|
||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||












