| Fimm í landsliðshópinum |
| Mánadagur, 16. januar 2012 21:07 |
|
Fimm B36'arar eru í bruttohópinum, sum Lars Olsen hevur tikið út, nú hann er farin til arbeiðis sum føroyskur landsliðsvenjari
Saman við mótstøðumanninum í Parkini í '90, Jóannes Jakobsen, hevur Lars Olsen tikið 34 spælarar út til landsliðssavning, sum verður komandi vikuskifti. Talan er um óvanliga nógvar spælarar, men hetta er eisini fyrsta ferðin, at Lars Olsen tekur spælarar út til venjingarlegu, og tí er einki at ivast í, at hetta er fremsta høvið hjá spælalarunum at prógva, at teir eiga at verða partur av liðnum, tá tað seinni í ár verður álvari. Millum teir 34 eru fimm spælarar úr B36. Súni Olsen og Atli Danielsen hava leingi verið fastur partur av landsliðshópinum, og Høgni Eysturoy slapp í fjør at snodda til A-landsliðið. Hinvegin er hetta fyrsta ferðin, at Róaldur Jakobsen og Símun Joensen eru við í slíkum selskapi. B36 er annars felagið, sum eigur størstu umboðanina, og eingin ivi er um, at vit sjálvi halda, at vit eisini kundu átt okkurt annað umboð í hópinum ;) Teir 34, sum eru úttikinir, eru annars: Hans Jørgensen og Kristian Joensen, 07 Vestur Atli Danielsen, Høgni Eysturoy, Róaldur Jacobsen, Símun Joensen og Súni Olsen, B36 Jann Ingi Petersen, B68 Arnbjørn Hansen, Pætur Dam Jacobsen og Rene Tórgarð, EB/Streymur Heini Vatnsdal, FC Suðuroy Hallur Hansson, Rógvi Holm, Símun Samuelsen og Teitur Gestsson, HB Bogi Løkin, Dánjal á Lakjuni og Karl Løkin, ÍF Hjalgrím Elttør og Kristoffur Jacobsen, KÍ Einar T. Hansen, Jens Joensen, Jústinus R. Hansen og Klæmint Olsen, NSÍ Bárður Dimon, TB Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen, Páll Klettskarð og Sølvi Vatnhamar, Víkingur Christian R. Mouritsen, Jónas T. Næs og Pól Jóhannus Justinussen, Valur (Ísland) |












