Spæla móti FC Suðuroy í februar
Týsdagur, 10. januar 2012 08:12

Enn ein venjingardystur er nú komin á dystarskránna hjá okkara monnum. Hesin verður í Gundadali móti uppflytarunum úr FC Suðuroy

 

 

Eftir at hava styrkivant í Yndi gjøgnum veturin, er tíðin nú komin til at føroyameistararnir í føroyskum mansfótbólti aftur sleppa út á graslíkið.

Um eina viku byrja venjingarnar aftur, og longu seinast í hesum mánaðinum er fyrsti venjingardysturin á skránni, tá vitjað verður í Klaksvík.

Umframt dystirnar, sum longu eru fingnir í lag, eru boð nú komin um, at okkara menn skulu spæla venjingardyst móti uppflytarunum úr FC Suðuroy. Dysturin verður spældur tann 18. februar, og helst verður spennandi at síggja, hvussu okkara menn tá eru fyri, eins og hetta helst kann geva eina fatan av, hvussu suðuroyingar eru fyri, nú teir aftur tørna til í bestu deildini.

 

 

Seinasti og komandi

Seinasti dystur

Venjingardystur

Í Gundadali. 4. februar
 

B36 - KÍ  0 - 0 2 0 - 2022


Komandi dystur

Venjingardystur

Gundadalur, 18. februar kl. 13.00
  

B36 - Suðoroy

Støðan í Vodafonedeildini

Tín meining

Hvussu langt kemur B36 í kappingini um Løgmanssteypið?
 

Innritan



B36-styvlar