| Venjararnir valdu John & Mikkjal |
| Leygardagur, 07. januar 2012 19:41 |
|
Nýggja árið var ikki meira enn skotið inn, áðrenn enn fleiri heiðurslønir komu til B36
Hesa ferð var tað venjarafelagið, sum á aðalfundi sínum heiðraði ársins venjarum. Í mun til aðrar atkvøðugreiðslur, so er tað her fakkunnleikin á økinum, sum greiðir atkvøðu, og tí vigar hesin heiðurin helst eisini meira enn tann, sum annars kann vinnast á øðrum atkvøðugreiðslum. Í B36 hava vit alla tíðina hildið, at vit høvdu besta og flottasta venjaraparið í landinum í fjør, og tann veruleikin varð ikki bronglaður tað minsta, tá úrslitið av atkvøðugreiðsluni hjá venjarafelagnum stóð greitt. Eisini her vóru John og Mikkjal fremstir, og her frá heimasíðuni skal enn einaferð ljóða "tillukku".
|












