Svangaskarð fall
Sunnudagur, 18. september 2011 17:32

Spælið var ikki av tí heilt poleraða slagnum. Men stigini vóru tey týdningarmestu, og so kunnu vit illa vera annað enn væl nøgd, tá tað eydnaðist at taka borgina hjá toftamonnum

 

 

Á svarta gummivøllinum á Svangaskarði verður talan sjáldan um nakað framúr fótbóltsspæl, og soleiðis gjørdist heldur ikki í dag. Hóast umstøðurnar vóru av teimum allarbestu, so merkti tungi vøllurin, at okkara menn høvdu sera ilt við at fáa gongd á vanliga kvika samanspælið.

Ikki tí. Toftamenn høvdu avgjørt ikki nakað serligt at bjóða uppá, og tær vandastøður, sum vóru, stóðu okkara menn fyri, men tað kravdi eina gávu ella tvær, áðrenn vit veruliga komu ígongd.

B36 hevði nýggjan málverja, nú Tórður Thomsen var skaddur, men Petur Meinhard Magnussen fer helst at minnast sína Vodafone-debut við blandaðum kenslum. Fyrst helt hann ikki einum høgum innleggi frá Róaldi, so Súni kundi stúta bóltin í tómt mál. Og løtu seinni fekk hann tamarhald á innleggi frá Høgna Eysturoy, og so var tað Símun Joensen, sum fyri sjeyndu ferð kundi beinta bóltin í netið.

Tað var einki sum helst, ið bendi á, at heimaliðið kundi svara aftur. Men beint undan steðginum minkaðu teir um munin, tá teir skoraðu eftir frísparksinnlegg. Eitt frísparksinnlegg, sum ongan tíð skuldi verið, tí vit áttu greitt fríspark, áðrenn dómarin valdi at geva vertunum nakað.

Eftir steðgin var myndin á leið tann sama. Toftamenn royndu at spæla langt inn um okkara verju, men har gjørdist talan sjáldan um vandastøður. Tað vóru tað hinvegin fleiri av í okkara álopum. Men seinasta sendingin vantaði oftast neyvleika, og tá vit loksins vóru ígjøgnum, sendi Heini fyrst á stólpan, áðrenn Lukasz løtu seinni sendi upp um úr líknandi støðu.

Avgerðin kom tó at enda. Jákup stríddi seg fyrimyndarliga væl til eitt hornaspark, og tá hetta varð sent innfyri, endaði alt við, at Símun skuldi medda sítt áttanda mál í ár inn. Hann rakti ikki bóltin neyvt, men tíbetur kundi Jonas stýra bóltinum á rætta kós, og so bilti minni, at vertirnir gramdu seg um dómaran. Dømt er dømt, sum onkur tók til, og heldur ikki hesa ferð eydnaðist nøkrum at sannføra dómaran um, at hann átti at dømt øðrvísi.

Seinastu løtuna kom eitt lítið sindur av spenningi í, tá toftamenn minkaðu um munin, men hóast alt ov nógvir minuttir vórðu lagdir afturat, so hildu vit fast um leiðsluna. Trý stig á kontina og eingi býtt kort ella skaðar, so nú eru vit av álvara til reiðar at spæla oddabrak móti EB/Streymi.

 

B68-B36 2-3 (1-2)

0-1: Súni Olsen, 13.

0-2: Símun Joensen, 30.

1-2: Ndende, 45.

1-3: Jonas Flindt Rasmussen, 84.

2-3: Jónleif Højgaard, 90.

 

Liðið: Meinhardt Joensen – Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen – Heini í Skorini (Ingi Højsted, 73.), Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras, Súni Olsen (Rasmus Dan Sørensen, 90.) – Jákup á Borg (Jákup á Borg, 87.), Lukasz Cieslewicz

Gult kort: Høgni Eysturoy

 

Myndasavn (FaroePhoto, Ólavur Frederiksen)

 

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

UEFA Europa League


  Gundadalur

B36 - Crusaders FC

Hósdagin 18/07 - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

KÍ - B36

Leygardagin 20/07 - kl.

  -----------------

U21

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - EBstr/Skála

Hósdagin 25/07 - kl.

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan