Tað koyrdi bara
Týsdagur, 17. mai 2011 10:51

 

“Okkara egni Gattuso” varð hann doyptur í gjár. John Hansen hevði ein framúr dyst móti HB, men heldur enn at sóla sær í egnum avriki, fegnast John um framúr avrikið hjá liðnum

 

 

 

Lágvaksin, tættur og kompromisleysur. Ein spælari, sum veruliga ofrar seg sjálvan, tá harðast leikar á.

Einki undarligt, at John Hansen stundum hevur verið róptur Rambo, men í gjár kom so eitt nýtt eyknevni, tá Jákup á Borg sammetti John við Gattuso – lagvaksna stríðsmannin hjá AC Milan.

Frá byrjan settu John og liðfelagarnir seg á dystin í Gundadali, og sjálvur sigur John, at kenslan var góð allatíðina.

- Eg haldi, at vit hava fult tamarhald á dystinum. Kanska verða vit eitt lítið sindur skelkaðir, tá teir leggja seg á odda, men hóast vit soleiðis steðga nakað á, so gerast teir ongan tíð vandamiklir.

- Og støðugt helt eg, at vit kundu taka HB á degnum. Tíbetur javna vit undan steðginum, og tá Róaldur so skorar til 2-1, koyrir tað bara.

Seinasta hálva tíman ella so var gangurin øgiligur frá áskoðaraplássunum. Var tað stuttligt at spæla undir hesum umstøðunum?

- Sjálvandi. Tað er altíð stuttligari, tá áskoðararnir eru við, og tað gjørdu teir sanniliga hesaferð.

Sunnudagin verður talan um toppdyst við Løkin í Runavík, tá nummar tvey tekur ímóti nummar eitt. Eingin ivi er um, at hetta er ein trupul útidystur, men John tykist á ongan hátt at ræðast uppgávuna.

- Vit skulu bara hava armarnar niður og so annars fyrireika okkum. Hatta er aftur ein sera týdningarmikil dystur, og tað er sera umráðandi hjá okkum at fáa stig. Ella kanska øll trý.

Er tað so í løtuni, at tit trúgva upp á sigurin, hvørja ferð tit fara á vøllin?

- Ja, tað haldi eg. Spælið hjá okkum koyrir væl í løtuni, so vit hava avgjørt møguleikan at vinna á øllum. So verður spurningurin bara, hvussu venjarin setur liðið, nú Súni Olsen veruliga er komin fyri seg, Ingi Højsted tað sama og Klæmint er aftur eftir leikbann.

Og sjálvur tykist tú eisini blanda teg í kappingina um pláss á miðvøllinum?

- Tað fáa vit so at síggja, hvat venjarin velur. Eg sigi í øllum førum ikki alt ov hart, at eg skal eiga eitt pláss á liðnum, men hinvegin eri eg sjálvandi til reiðar, um brúk er fyri tí, sigur John at enda.

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Løgmanssteypið

  
  Gundadalur

B36 - KÍ

Mánadagin 22/04 - kl. 14:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - Skála

Leygardagin 20/04 - kl. 15:00

  -----------------

U21

AB - B36

Mánadagin 22/04 - kl. 18:00

  -----------------

Betri deildin kvinnur

KÍ - B36

Sunnudagin 28/04 - kl

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør vinnur, B36-KÍ?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan