Eingin slingur í valsinum
Sunnudagur, 26. mai 2019 19:34

alt

Vit spældu kanska ikki okkara besta dyst á árinum, men samanlagt var eingin ivi, og úrslitið talar eisini fyri seg

 

Argjamenn hava ofta argað okkum. Ikki minst í Gundadali, har teir mangan hava verið meira enn vanliga treiskir.

Í dag skuldu vit tó ikki brúka meira enn góðar fýra minuttir, áðrenn gestirnir fingu at vita, hvør ræður fyri borgum í Gundadali.

Í fyrsta veruliuga álopinum í dystinum sendi Michal sera væl Árna í dýpdina, og úr einum hálvspískum vinkli legði Árni sera hegnisliga bóltin í málhornið, og so stóð 1-0.

Málið fekk okkum kanska at dovna nakað, og í øllum førum kom AB til nakrar heilt vandamiklar støður næstu minuttirnar. Ikki minst, tí vit ikki tóktust vera nóg hugsavnaðir um verjupartin.

Jónas hevur mangan verið drúgvur í verjupartinum hjá okkum, men mál er ikki júst tað, sum hann hevur útmerkað seg við. Í bestu føroysku deildini hevði hann ongan tið skorað undan dystinum í dag, men tað varð tó brádliga broytt. Málið kom úr mest sum ongum, men brádliga kundi Árni senda ein bólt inn í málteigin, og har kom Jóns flúgvandi og snittaði bóltin framúr vakurt í handara síðunet.

Eftir steðgin kendist tað heila heldur dovisligt. Vit vóru sum so væl nøgd við støðuna, og AB tóktist ikki hava tað, sum skuldi til, um teir veruliga skuldu hótta okkum.

Tí var talan ikki um tað heilt stóra undirhaldið, men seinasta hálva tíman kom tó okkurt málið afturat.

Tað fyrsta av hesum fingu vit, tá Ragnar fekk ein heldur tilvildarligan bólt. Men har var tó eingin tilvild, tá hann ógvúliga avgjørdur langaði í netið.

AB svaraði tó skjótt aftur, tá Heri Mohr fann Bjarka Nielsen, og hóast Hans hevði hondina á, so rullaði bólturin júst inn um linjuna.

Vit fingu tó seinasta orðið. Aftur var tað Árni, sum legði innfyri, og við handara stólpa kundi Alex beina kúluna seinasta pettið í netið.

So var leyst og liðugt, og vit kundu enn eina ferð fegnast um trý stig. Tey eru við til at halda okkum í oddinum, og so er spurningurin, um vit klára at halda fast, tá vit komandi umfar skulu til Fuglafjarðar,

 

B36-AB 4-1 (2-0)

1-0: Árni Fredriksberg, 5.

2-0: Jónas Tór Næs, 16.

3-0: Ragnar Samuelsen, 62.

3-1: Bjarki Nielsen, 66.

4-1: Alex Mellemgaard, 84.

 

B36: Hans Jørgensen – Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen, Erling Dávidsson (Gilli Samuelsen, 46.), Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Hugin Samuelsen, Lukasz Cieslewicz – Benjamin Heinesen (Ragnar Samuelsen, 40.), Michal Przybylski (Andreas Thomsen, 76.), Árni Fredriksberg – Andrass Johansen

Gult kort: Benjamin Heinesen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

Komandi dystir

Komandi dystir

UEFA Europa League


  Seaview Stadion

Crusaders FC - B36

Hósdagin 11/07 - kl. 18:00

  -----------------

1. deild menn

KÍ - B36

Leygardagin 20/07 - kl.

  -----------------

U21

B36 - AB

Mánadagin 24/6 - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - EBstr/Skála

Hósdagin 25/07 - kl.

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, B36-NSÍ 1-1?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan