Tungt tap
Brúkarameting: / 2
VánaligBest 
Sunnudagur, 08. apríl 2018 21:44

T

að kendist svárt at fara úr Gøtu uttan stig í dag. Spælið í dystinum var kanska ikki tað besta, men við bara onkrum marginalum okkara veg, var í minsta lagi eitt stig í posanum á heimferðini

 

Tað hevur verið mannfall í B36-leguni seinastu dagarnar. Eli fór skaddur út móti HB, og í vikuni eru Alex og Andrias komnir afturat upp á tann listan. Hartil er Róaldur heldur slitin, og tí taldist heldur ikki hann millum teir fyrstu ellivu, tá dysturin varð blástur ígongd.

Tað tóktist tó ikki nerva tað allarminsta. Vit vóru nógv mest á bóltinum frá byrjan, og longu eftir fýra minuttum fingu vit løn fyri ómakin. Lukasz sendi horna innfyri úr høgru, og við handara stólpa kundi Meinhard skjóta seg á máltalvuna fjórða dystin á rað.

Uttan at teir heilt stóru møguleikarnir spurdust burturúr, so hildu vit í eina løtu á við at stýra dystinum, og heimamenninir tóktust í løtum heldur ráðaleysir.

Tað eru Víkingarnir tó sjáldan serliga leingi, og sum vant lótu teir seg í arbeiðshandskarnar, tá teir meldaðu seg aftur í dystin. Kropsliga vórðu vit kanska yvirmatchaðir á miðvøllinum, men hóast ljósabláa yvirvág, so megnaðu vit at halda vertunum frá teimum stóru møguleikunum.

Skaðin hendi tó, tá góður hálvur tími var farin. Frísparkið var nokk í bíligara endanum, men tað legði Adrian Cascaval líka í, tá hann hegnisliga bendi bóltin upp um múrin og niður í málhornið.

Seinastu løtuna av seinna hálvleiki vóru vit veruliga undir trýsti, og fleiri ferðir vórðu vandamikil innlegg send móti okkum, men tað eydnaðist tó støðugt at halda tí heilt stóra møguleikanum burturi.

Eftir steðgin fótaðu vit okkum aftur betur, og tað leikaði javnt á báðar vegir. Bæði liðini komu sær í góðar støður, har stóri møguleikin tó ikki beyðst, men so endurtók søgan seg. Skal tað sigast pent, so var frísparkið eitt sindur ilt at fáa eygað á, men líka legði Cascaval í. Aftur legði hann bóltin í einum bleytum boga upp um múrin og í meskarnar, og so var fagnaðurin sjálvandi ovurstórur á heimafjøldini.

Vit royndu at blanda kortini nakað øðrvísi, og tað gav meira bit í, tá Róaldur og Hannis komu á vøllin, samstundis sum Víkingarnir tóku seg eitt vet aftur á vøllin. Einar tvær ferðir eydnaðist eisini okkum at tiltuska okkum fríspark í góðari støðu, men tvær ferðir var múrurin fyri, og ta einu ferðina – sum helst var størsti møguleikin – sigldi bólturin onkursvegna millum tríggjar av okkara spælarum, tá frísparkið varð lagt innfyri.

Tí gjørdist tað ikki til meira enn næstan, og á stigatalvuni mugu vit taka til takkar við, at vit nú eru at finna á sjeynda plássinum. Tað merkir treytaleyst, at sigrar nú skulu á borðið, og tann møguleikan hava vit longu hóskvøldið, tá samansetta suðuroyarliðið vitjar í Gundadali.

 

Víkingur-B36 2-1 (1-1)

0-1: Meinhard E. Olsen 4.

1-1: Adrian Cascaval, 33.

2-1: Adrian Cascaval, 69.

 

B36: Trygvi Askham – Jónas Tór Næs, Bjarni Petersne, Odmar Færø, Erlendur Magnusson – Magnus H. Jacobsen (Róaldur Jakobsen, 72.), Hugin Samuelsen – Benjamin Heinesen, Meinhard E. Olsen, Lukasz Cieslewicz – Kaimar Saag (Hannes Agnarsson, 62.)

Gult kort: Magnus . Jacobsen, Lukasz Cieslewicz

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin menn

Gundadalur

      

sunnudagin 27. mai kl 15:00

  -----------------

2. deild menn

 B36 - Undrið - leygard. 26.05 kl.16:00

  -----------------

U21 dreingir, steypakapping

Giza Hoyvík - B36

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - B68 - sunnud. 27.05 kl. 17:15

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður, B36-NSÍ 2-3?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan