Akku-akkurát
Sunnudagur, 10. september 2017 18:59

Vit høvdu mest sum mist vónina, men við einum máli eftir knøppum 93 minuttum fekk Meinhard tryggjað okkum trý stig móti EB/Streymi

 

EB/Streymur hevur meira enn eina ferð víst, at teir væl kunnu órógvað ovaru liðini, og tað var um reppið, at teir aftur gjørdu tað í dag.

Dysturin byrjaði á leið soleiðis, sum vit høvdu roknað við. Okkara vóru nógv á bóltinum, og fyrsta stóra korterið megnaðu vit eisini at halda leikferðini á einum hampuligum støði. Tað gav okkum fleiri góðar støður, men alt ov ofta var seinasta sendingin ikki nóg neyv, ella eisini varð skotið langt við síðurnar av rammuni.

Meinhard skeyt uppum, tá hann var fyrstur á leysum bólti eftir hornaspark, og Christian var sera nær við, tá hann sendi stútara móti longra horninum, men tað eydnaðist tó málverjanum at bjarga tí atsóknini.

Hjá gestunum ráddi fyrst og fremst um at taka ferðina úr spælinum, og seinna partin av fyrra hálvleiki eydnaðist hetta eisini. Alt ov ofta varð talan bara um statiskt bóltflytarí, og tað var rár sjón, at samanspælið megnaði at toyggja mótstøðuverjuna, soleiðis at pláss gjørdist fyri okkara monnum.

Eftir steðgin var myndin tann sama. Vit fingu eitt sindur av ferð á fyrstu minuttirnar, men hetta fánaði skjótt aftur, og so gjørdist tað heila heldur frustrerandi.

Heilt vandaleysir vóru gestirnir ikki. Teir fingu fleiri hornaspørk, og ta einu ferðina endaði tað við skotroynd frá mest sum blonkum mótspælara, men lukkutíð stóð Rói júst á rætta staðnum, so hann fekk byrgt fyri vandanum.

Ta einu ferðina hildu vit, at tað brast fyri nev. Eftir hornaspark varð bólturin sendur í meskarnar, men onkursvegna metti dómarin, at Lukasz hevði forbrotið seg móti málverjanum, og so hjálpti tað so ógvuliga lítið, at vit royndu at mótmæla. Eina aðru ferð hevði Alex skralltómt mál at skjóta í, men onkursvegna sendi hann bóltin oman móti hornaflagginum, og so er trupult at vinna nakran fótbóltsdyst.

Minuttirnir at kalla runnu avstað, og tá farið var um teir 90, var framvegis málleyst. Í triðja minuttinum av teimum trimum, sum lagdir vórðu afturat, eydnaðist tó at fáa sigurin heim. Eli vendi væl og setti ferð á inn i feltið, tá beinini vórðu sópað undan honum. Tey flestu hildu helst, at her var brotsspark, men áðrenn dómarin hevði floytað fyri hesum hevði Meinhard fangað leysa bóltin í sent hann í netið. Eitt sindur av iva tóktist at vera um, hvat dómarin bríkslaði fyri, men so sluppu vit øll at fagnast, tá tað vísti seg, at málið var viðurkent.

Tað gav okkum trý stig í einum dysti, har spælið langt ífrá var so gott, sum vit vita, at tað kann vera. Men trý stig eru og verða trý stig, og so kunnu vit gleðiliga staðfesta, at hetta lyfti okkum eitt pláss upp á talvuni, har vit nú eru nummar trý.

 

B36-EB/Streymur 1-0 (0-0)

1-0: Meinhard Egilsson Olsen, 90

 

B36: Rói Mørk Hentze – Høgni Eysturoy, Andrias Eriksen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen – Christian R. Mouritsen (Benjamin Heinesen, 60.), Meinhard E. Olsen, Gestur B. Dam (Lukasz Cieslewicz, 53.)

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan