Rakk ikki á mál
Mánadagur, 28. august 2017 08:13

alt

Runavíkingar dugdu væl at halda okkum frá málinum, og so er heldur trupult at vinna eina steypafinalu

 

Talan gjørdist ikki um stóru løtuna, sum vit høvdu vónir um, tá vit leygarkvøldið spældu steypafinalu móti NSÍ.

Karmarnir kring dystin vóru í toppi. Longu klokkan 15 byrjaðu fólk at savnast í felagshúsinum, og tað var ein ordans gonga, sum nakað fyri dystarbyrjan fór frá B36-húsinum og yvir á Tórsvøll.

Fyrstu løtuna av dystinum tóktist, sum skuldu vit seta okkum á tað mesta. NSÍ hevði aftur hesa ferð valt eina ætlan, har teir lógu aftarliga á vøllinum, og annars syrgdu fyri at taka sum mest av ferð úr spælinum.

Tað gav okkum initiativið í dystinum, og fyrra partin av fyrra hálvleiki komu vit eisini í fleiri góðar støður. Ta einu ferðina kiksaði Patrik eina temjing, sum kundi givið honum ein heilt stóran møguleika, men annars var tað ikki meira enn næstan.

Dygst undan steðginum hendi so tað, sum ikki skuldi henda. Heldur tilvildarliga fekk Einar Tróndargjógv langað bóltin í netið – mest sum av baklinjuni – og so vóru fortreytirnar enn greiðari eftir steðgin.

Vit skuldu fram, og NSÍ skuldi verja leiðsluna. Tað eydnaðist teimum hesaferð, og veruleikin er, at vit ikki skaptu nakran ordiligan kjans, sum kundi skotið okkum aftur í dystin. Nøkur fríspørk úr hampuliga støðu, og hópin av innleggjum, sum verja og málverji hjá NSÍ tóku sær av, men so ikki so øgiliga nógv meira.

Tað gjørdist tíverri heldur lítið at skriva heim um, og so kundu vespurnar fegnast, tá Petur Reinert blásti dystin av. Sigurin var helst í lagi, tí tað eydnaðist gestunum í ólukkumát at steðga okkara spæli, og so kunnu vit ikki annað enn ynskja NSÍ hjartaliga tillukku við steypasigrinum.

 

B36-NSÍ 0-1 (0-1)

0-1: Einar Tróndargjógv, 36.

 

B36: Rói Mørk Hentze – Høgni Eysturoy, Andrias Eriksen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard (Hannes Agnarsson, 74.) – Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen – Christian R. Mouritsen (Benjamin Heinesen, 57.), Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen – Patrik Johannesen

Gult kort: Eli F. Nielsen, Lukasz Cieslewicz

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

  
  07 Vestur - B36

 24.09.17 - kl.

-----------------

1. deild menn

23.09.17 -  kl.17:00

 B36 - Víkingur

-----------------

1. deild kvinnur

24.09.17 - kl. 13:30

EBS/Skála - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður, B36-Suðringar 3-0?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan