Ein Cieslewicz afturat
Fríggjadagur, 20. juni 2014 22:49

B36 og Adrian Cieslewicz hava skrivað undir sáttmála

 

Eftirnavnið hjá nýggjasta spælaranum í B36-hópinum er ikki ókent hjá okkum. Adrian er lítlibeiggi Lukasz, og hann hevur í fleiri ár verið yrkisleikari í Onglandi, har hann hevur havt sáttmála við Manchester City og Wrexham, áðrenn hann í fjør varð útleigaður til Kidderminster.

 

Støðan júst nú er tó tann, at Adrian ikki hevur sáttmála. Ætlanin er framhaldandi at fáa yrkissáttmála uttanlands, og sjálvur vónar Adrian, at hann hevur nýggjan sáttmála, áðrenn enski flytingargluggin steingir tann 31. August, men fyribils verður tað í B36, at hann skal sannføra um síni evnir. Fyri B36 er talan eisini um fínan møguleika. Summarsteðgurin hjá spælarunum verður millum lítil og eingin, nú europiskur fótbóltur eisini er á skránni, og tí er hetta ein góður møguleiki at breiðka um hópin.

 

Adrian verður lýstur sum ein sera skjótur og tekniskt sterkur spælari, sum røkir flestu framrættaðu pláss – bæði mitt fyri og í høgra borði.

 

Hóast sáttmálin nú er undirskrivaður, so kann Adrian Cieslewicz í fyrsta lagi spæla við B36, tá vit annað vikuskifti spæla móti ÍF. Flytingargluggin opnar nevnliga ikki fyrr enn mánadagin 23. juni. Fyrst og fremst er tó neyðugt, at øll skjøl viðvíkjandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi koma í rættlag.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin

   
  Argir

AB - B36

Sunnudagin 31/03 - kl

  -----------------

1. deild menn

B36 - KÍ

Leygardagin 30/03 - kl

  -----------------

U21

KÍ - B36

Mánadagin 01/04 - kl

  -----------------

Betri deildin kvinnur

HB - B36

Leygardagin 23/03 - kl 12:00

 

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, EB/Streymur-B36 1-2?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan