B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Bara ein afturat!
Skrivað av Jákup Mørk   
Mikudagur, 12. oktober 2011 18:05

Tað gjørdist dekan ov spennandi fyri okkara sartu sálir. Men nú tora vit næstan at tosa  hart um tað!

 

 

Sum støðan á talvuni er, so vóru treytirnar til okkara menn greiðar undan dystinum í dag. Ein sigur var tað einasta, sum vit kundu brúka til nakað sum helst.

Og tað gekk heldur ikki leingi, áðrenn vit høvdu sett okkum í respekt í Sørvági. Fyrstu ferð Lukasz nart bóltin, fór hann fram við einum og tveimum vágamonnum, áðrenn hann langaði bóltin flatt í handara horn.

So var kósin sett, og restina av fyrra hálvleiki hildu vit eisini hesa. 07 Vestur hevði valla nakran møguleika yvirhøvur, og í hinum endanum sendu vit tvær ferðir kúluna í netið.

Fyrst sendi Súni eina framúr sending inn til Róald, sum ískaldur tók bóltin niður, áðrenn hann sum størstu sjálvfylgju í heiminum lyfti upp um málverjan. Og løtu seinni vísti Súni, at hann dugir meira enn bara at avlevera. Úr 22 metrum langaði hann frísparksbólt upp í tríkantin, og tá Víkingarnir samstundis høvdu lagt seg á odda við Margáir, var eingin endi á fagnaðinum hjá okkara viðhaldsfólkum.

Eftir steðgin helt góði hýrurin uttan fyri vøllin fram. Víkingar komu upp á 2-0, og nú hildu vit øll, at talan varð um sannan gleðisdag, men tað stóð brádliga meira á, enn vit ætlaðu.

Burtur úr ongum kom heimaliðið brádliga upp á 1-3, tá Clayton snaraði Jonas av sær, áðrenn hann langaði bóltin í netið. Og 10 minuttir fyri leiklok gjørdist næstan heilt galið, tá Clayton fyrst langaði á yvirleggjaran, áðrenn Jákup S. Olsen stútaði returin í kassan.

Tað gjørdist tó ikki til meira enn tað sama. Hóast onkrar spentar støður, so gjørdist talan ikki um veruligar møguleikar. Leiðslan helt allan vegin, og so høvdu vit gjørt  okkara skyldu. At Víkingur so samstundis gav sítt stóra íkast við at halda 3-3 við Margáir, gjørdi ikki lagið verri. Nú eru vit somikið nær, at vit tora at tosa um tað. Vinna vit í Runavík, so er gullið okkara!

 

07 Vestur-B36

0-1: Lukasz Cieslewicz, 1.

0-2: Róaldur Jacobsen, 39.

0-3: Súni Olsen, 41.

1-3: Clayton Soares, 60.

2-3: Jákup S. Olsen, 80.

 

Liðið: Meinhardt Joensen – Atli Danielsen, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen – Heini í Skorini (Ingi Højsted, 68.), Klæmint Matras, Súni Olsen, Róaldur Jakobsen (Kenneth Jacobsen, 89.)– Jákup á Borg (Mahmud Suleiman, 56.), Lukasz Cieslewicz

 Gult kort: Mahud Suleiman

 

 

Myndasavn (Einslistir/Hilmar Jan Hansen)

 

 

Hetta segði 3-2 um dystin http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2011/10/14/m-l-07-vestur-b36-2-3

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin menn

   
  Gundadaur

B36 - AB

Sunnudagin 26/05 - kl. 15.00

  -----------------

1. deild menn

B36 - Víkingur

Leygardagin 18/05 - kl.

  -----------------

U21

  -----------------

Betri deildin kvinnur

ÍF/Vík/B68 - B36

Leygardagin 18/05 - kl

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, Skála-B36 1-2?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan