Stríðsmaðurin tekur tvey ár afturat PDF Útskriva E-mail
2010 Tíðindi
Mikudagur, 29. desember 2010 20:54

Altíð hart arbeiðandi liðskiparin hjá B36 verður eisini at síggja í sunnara partinum av Gundadali næstu tvey árini

 

Klæmint Matras er í nógvar mátar Mr. B36, og tað verður hann eisini tey bæði komandi árini.

Síðani hann í 2000 vann seg í besta hópin hjá B36, hevur Klæmint støðugt verið spælarin, sum hevur gingið á odda, tá stig skulu stríðast heim.

Oftast hevur hann roynt seg sum uppruddari á miðvøllinum, men í fleiri umførum hevur hann eisini havt leiklutin sum sentralur verjuspælari.

Kropsliga styrkin, viljin at vinna nærdystir og styrki í loftrúminum hava altíð verið eyðkennini hjá Klæminti, og eingin ivi er um, at tað var ein fegin Sámal Ímundarson, sum setti undirskrift á nýggja tvey-ára sáttmálan við liðskiparan.

- Sum liðskipari er Klæmint sjálvandi ein sera týðandi spælari fyri okkum. Hann er uppaldur í felagnum, hann hevur royndirnar, sum ofta eru so sera týdningarmiklar, og hugburður hansara til bæði venjing og dyst er framúr. So fyri okkum hevur tað ongan tíð verið nakað sum helst ivamál um, at sáttmálin við hann skuldi leingjast. Og sjálvur hevur Klæmint heldur ikki sagt annað, enn at hann vildi halda fram her hjá okkum, sigur Sámal Ímundarson, formaður.

 

Seinasti og komandi

Seinasti dystur

Effo-deildin

í Gundadali 4. mai

B36 - Víkingur 3 - 0


Komandi dystur

Effo-deildin

við Løkin 20. mai kl. 15.00

NSÍ - B36

Støðan í Vodafonedeildini

Minst til limagjaldið

Tín meining

Hvør vinnur NSÍ-B36?
 

Innritan



B36-styvlar