Ungdómsdeildin
Gamlar greinar
RSS tíðindi
| Kenneth aftur í B36 |
|
|
|
| 2010 Tíðindi |
| Mikudagur, 29. desember 2010 20:52 |
|
Kenneth Jacobsen verður nú aftur at síggja í hvíta og svarta búnanum
Seinastu trý kappingarárini hevur Kenneth annars verið í útlegd á Argjum, men nú eru hann og B36 komin ásamt um, at tíðin er búgvin at venda heim. - Vit hava sett okkum sum mál, at bulurin á liðnum skal vera ein sterk kjarna av spælarum, sum hava sín uppruna í felagnum. Og tí var tað sjálvandi eitt mál hjá okkum at fáa ein spælara sum Kenneth aftur til felagið, sigur Sámal Ímundarson, formaður í B36. Kenneth Jacobsen, sum er 29 ára gamal, vann sær í 2000 pláss á besta liðnum hjá B36, og fram til og við 2007 var hann ein fastur partur av liðnum. Seinastu trý árini hevur hann so verið í útlegd á Argjum, men nú verða tað aftur vit í B36, sum fáa gleði av góðu fótbóltsevnum hansara. |















