Ungdómsdeildin
Gamlar greinar
RSS tíðindi
| Odmar og Høgni hava longt sáttmálan |
|
|
|
| 2010 Tíðindi |
| Mikudagur, 22. desember 2010 20:47 |
|
Odmar Færø og Høgni Eysturoy hava í dag skrivað undir nýggjar sáttmálar við B36
Odmar, sum annars hevur fingið stóran part av fótbóltsuppalingini í Skotlandi, er triðja ættarliðið við sama navni í B36-búnanum, og í syðra skýlinum hava vit vant okkum til kontanta spælistílin hjá 5'aranum, sum kann røkja pláss bæði á miðvøllinum og í miðverjuni. Høgni Eysturoy er ein av spælarum, sum veruliga er um at bíta seg fastan á besta liðnum. Soleiðis var hann í fjør við í 23 av dystunum hjá okkum, og hóast útgangsstøðið ofta var á beinkinum, so er eingin ivi um, at eitt pláss í byrjunaruppstillingini als ikki er langt burturi. Sáttmálin, sum Odmar hevur skrivað undir, er galdandi fyri 2011, meðan tann hjá Høgna er fyri 2011 og 2012. Sámal Ímundarson, formaður, fegnast um tær báðar undirskriftirnar, sum eru komnar í kvøld, og hann sigur, at fleiri eru í væntu komandi dagarnar. - Vit hava brúkt stóra orku til at fáa allar karmarnar kring alt felagið í trygga legu. Hópurin til komandi avbjóðingar er eisini um at taka skap, og sjálvandi hevur tað ovurstóran týdning fyri felagið, at vit áhaldandi hava ein sterkan bul av spælarum, sum hava sín uppruna í felagnum. |















