Ungdómsdeildin
Gamlar greinar
RSS tíðindi
| Róaldur er eisini hvítur í 2011 |
|
|
|
| 2010 Tíðindi |
| Mikudagur, 08. desember 2010 20:42 |
|
Ungi miðvallargeneralurin verður eisini at síggja í B36 í 2011
Millum okkum B36'arar hevur eingin ivi verið seinnu árini. Ein tann mest gávaði miðvallarin í føroyskum fótbólti er Róaldur Jacobsen, og tí er tað við stórari gleði, at felagið kann boða frá, at Róaldur eisini spælir við okkum í 2011. Róaldur kom blaðungur á besta liðið hjá okkum í 2008, og her gjørdi hann somikið nógv vart við seg, at hann varð kosin ársins stjørnuskot, tá bestu spælararnir í landinum skuldu kjósast eftir lokið kappingarár. Síðani hevur hann ment seg enn meira sum fótbóltsspælara. Hóast hann fram til í ár enn hevði unglingaaldur, hevur hann verið fastur fúsur á miðvøllinum hjá U21-liðnum, og spennandi verður at fylgja við víðari menningini. Og í 2011 verður tann menningin altso framhaldandi í B36. Róaldur Jacobsen |















