Ungdómsdeildin
Gamlar greinar
RSS tíðindi
| Limagjaldið hækkar |
|
|
|
| 2010 Tíðindi |
| Mikudagur, 08. desember 2010 20:41 |
|
Sum samtykt á eykaaðalfundinum herfyri, hækkar limagjaldið í B36 frá nýggjárinum at rokna.
Tað gerst alsamt dýrari at reka eitt stórt fótbóltsfelag. Útgerð, samsýningar og annað, ið skal til fyri at røkja ta risastóru ítróttarligu og sosialu uppgávu, sum tey stóru ítróttarfeløgini hava, kostar nógvar pengar, og tí avgjørdi nevndin í samráði við nevndina í HB at leggja eina limagjaldshækking fyri eykaaðalfundin, sum var 27. november. Eykaaðalfundurin tók einmælt undir við uppskotinum. Hetta hevur við sær, at limagjaldið hækkar fyri allar limabólkar, og hækkingin fær gildi frá komandi kappingarári, tvs. at limagjaldskrøvini, sum verða send út væntandi í mai-mánaða 2011, vera við teimum nýggju satsunum. Nýggju satsirnar finnur tú undir "Felagið/Limagjald" her á síðuni. |














