Jákup heldur fram í B36 PDF Útskriva E-mail
2010 Tíðindi
Mikudagur, 01. desember 2010 20:33

Ársins B36-spælari seinastu tvey árini, Jákup á Borg, hevur skrivað undir nýggjan sáttmála, sum bindur spælaran at felagnum komandi trý kappingarárini

 

Sjálvur sigur Jákup, at hann ongan tíð var í iva um, at hann skuldi halda fram her hjá okkum, og at undirskriftin tí einamest var at rokna sum ein formalitetur.

- B36 er fyrst og fremst felagið, sum stendur mær næst, so hóast aðrir møguleikar eisini stóðu mær í boði, so var hetta ongan tíð nakað, sum eg av álvara hugsaði um.

Jákup á Borg er 31 ára gamal, og hóast hann hevur vunnið FM-heitið við báðum havnarfeløgunum, so er svongdin til fótbólt í føroyska toppinum framvegis til staðar.

- Um tað verður longu í 2011, skal eg ikki siga. Men eg haldi, at ætlanirnar hjá felagnum síggja sera spennandi út. Og við bara eitt lítið sindur av hepni ivist eg ikki í, at B36 heilt skjótt aftur er partur av avgjørda oddinum í føroyskum fótbólti.

Jákup spældi fyrsta dystin fyri besta mansliðið hjá B36 í 1996, tá hann bert var 16 ára gamal. Higartil hevur hann spælt 254 dystir og skotið 118 fyri okkum. Og fyri hetta hevur hann tvær ferðir tikið ímóti gylta skógvinum, sum eftir hvørt kappingarár verður handað besta málskjúttanum i Føroyum. Eisini hevur hann spælt 70 ferðir á føroyska A-landsliðnum í fótbólti.

 

Seinasti og komandi

Seinasti dystur

Effo-deildin

í Gundadali 4. mai

B36 - Víkingur 3 - 0


Komandi dystur

Effo-deildin

við Løkin 20. mai kl. 15.00

NSÍ - B36

Støðan í Vodafonedeildini

Minst til limagjaldið

Tín meining

Hvør vinnur NSÍ-B36?
 

Innritan



B36-styvlar