Ungdómsdeildin
Gamlar greinar
RSS tíðindi
| Tríggir nýggir í nevndina |
|
|
|
| 2010 Tíðindi |
| Fríggjadagur, 26. november 2010 20:30 |
|
30 limir á eykaaðalfundi
Á eykaaðalfundi í B36-húsinum í kvøld, har 30 limir vóru møttir, var nevndarval og hækkan av limagjaldi á skránni. Kristjan á Neystabø, Kjartan Mohr og Edvard Heen takkaðu fyri seg í nevndini, og eftir uppskoti frá formanninum, Sámali Ímundssyni, vórðu Jákup Mørk, Hans Debes og Hákun Steingrimsson valdir í nevndina. Samtykt varð eisini at hækka limagjaldi eftir tí leisti, sum nevndin skeyt upp, og tann álvarsami parturin av fundinum vardi bara átta minuttir. Ein effektivitetur, sum vit kanska kundu havt nyttu av onkra aðra staðni í ár! :-) Fundurin takkaði fráfarandi nevndarlimunum fyri trúgva tænastu og endaði við práti um leyst og fast. |















