Vetrarvenjingar í ungdómsdeildini (dagf. 11. nov) PDF Útskriva E-mail
2010 Tíðindi
Týsdagur, 02. november 2010 20:27

Tey ymsu liðini í ungdómsdeildini fara at venja í vetur. Síggið venjingartíðirnar her!

 

(11. nov: Meðan graslíkið verður skift á niðara vølli, eru fyribils broytingarnar í venjingarskránni nú dagførdar niðanfyri)

- Fótbóltsleikarar eru fótbóltsleikarar alt árið, ikki níggju mánaðir um árið. Tískil eru vetrarvenjingar eisini ógvuliga umráðandi, slær Milan Cimburovic, høvuðsungdómsvenjari, fast.

Milan vísir eisini á, at vit í ungdómsdeildini longu nú hava flutt leikararnar upp í deildina, har teir skulu leika komandi kappingarár. Tískil kunnu teir venja seg við nýggju umstøðurnar og læra nýggju liðfelagarnar at kenna. Hetta varð eisini roynt síðsta ár, og tá var uppmøtingin góð.

Venjingarprinsippið í vetur verður nógv dystarvenjingar. Kroppurin skal haldast í gongd, og verður hetta í løtuni ikki gjørt við fysiskum venjingum, men dystum í venjing.

Fram til 1. desembur verða venjingarnar hesar:

Pinkulingar (árg. 2003-2005 og yngri) venja í Høllini á Hálsi mikudagar kl.16.30 til 17.30. Byrjað verður 3. novembur

Smápiltar (árg. 2001-2002) venja í Høllini á Hálsi mikudagar kl.15-16.30. Byrjað verður 3. novembur.

Piltar (árg. 1999-2000) venja týsdagar og hósdagar kl.17 til 18.30. Byrjað verður mánadagin 25. oktobur.

Smádreingir (árg. 1997-1998) venja týsdagar og hósdagar kl.18.30 til 20. Byrjað verður týsdagin 26. oktobur.

Dreingir (árg. 1995-1996) venja týsdagar og hósdagar kl.20 og úteftir. Byrjað verður týsdagin 26. oktobur.

Unglingar (árg. 1991-1994) venja fyribils saman við dreingjum.

 

Seinasti og komandi

Seinasti dystur

Effo-deildin

í Gundadali 4. mai

B36 - Víkingur 3 - 0


Komandi dystur

Effo-deildin

við Løkin 20. mai kl. 15.00

NSÍ - B36

Støðan í Vodafonedeildini

Minst til limagjaldið

Tín meining

Hvør vinnur NSÍ-B36?
 

Innritan



B36-styvlar