Samanumtøka av ungdómsdeildini PDF Útskriva E-mail
2010 Tíðindi
Mikudagur, 20. oktober 2010 20:21

Vit hava tikið saman um allar ungdómsdeildirnar saman við høvuðsungdómsvenjaranum, Milan Cimburovic

 

Pinkulingar
Milan hevur nýtt nógva tíð at rekruttera teir yngstu leikararnar. Eitt nú pinkulingarnir hava eina sólkinssøgu. Her hava foreldrini verið ógvuliga røsk at hjálpa til frá kappingarársbyrjan og talið av leikarum í hesi deild vaks heilt upp í 50. Henda deildin hevur ikki verið serliga virkin seinasti tvey árini, men sanniliga er hon tað nú, og vórðu tvey lið meldað til kappingar í ár. Hetta er ætlanin at halda fast við komandi kappingarár.

- Tað er umráðandi at venja hesi allar yngstu, tí hvør veit, um ein nýggjur Jákup á Borg ikki spælir har, vísir Milan á.

Smápiltar
Í hesi deild hava vit havt fleiri lið, og leikararnir hava verið eini 45-50 í tali. Venjararnir, sum hava verið pápar við nøvnum sum Kári, Mikkjal, Ingi og øðrum pápum, ið hava verið raskir at hjálpa til og menna teknisku førleikarnar hjá hesum ungu dreingjunum.

Piltar
Hava leikt í kapping hjá FSF og eisini kappingum á hálvum vølli, sum feløgini hava skipað sjálvi. Teir hava havt nógvar aktivitetir og ein ógloymandi túr til Dana Cup, haðani teir komu heimaftur við stórum steypi, sum teir vunnu í Fair Play-kappingini. B-liðið vann eina kapping - frálíkt!

Venjingarnar hava verið á góðum støði, og venjararnir vóru Christian, Eli, Thomas og Óli. Milan vil fegin takka Christiani, høvuðsvenjara hjá piltum, fyri góð ár í deildini, tí hann nú gevst vegna sítt professionella starv. Hann hevur tó lovað at hjálpa til inn ímillum.

Smádreingir
Teir hava megnað at verða verandi í Meistarabólkinum, sum er eitt stórt framstig í mun til hvussu tað áður hevur gingið. Teir hava megnað at spælt nakrar góðar dystir, har av ein javnleik ímóti meistarunum úr NSÍ.

Hýrurin hevur verið góður í ár og hava vit fingið tilgongd av fleiri leikarum, og endaðu vit við at hava trý lið við einum samlaðum leikaratali áljóðandi 45.

Venjarar hava verið Hanus Mikkelsen og Jóannes Guttesen.

Dreingir
Í fjør vunnu hesir dreingirnir, tá smádreingir, greipuna í smádreingjadeildini. Æltanin var at halda seg í Meistarabólkinum, og megnaðu teir eisini hetta. Eftir summarsteðgin gekk tað væl og vunnu teir at byrja við fleiri dystir. Teir fingu fyrsta plássið og megnaðu at halda fast eftir ein góðan endaspurt. Liðið vísti í kapping við argasta kappingarneytanum, TB/Royn, at vit vóru betra liðið - B36 vann nevniliga báðar dystirnar á Suðuroyarliðnum, og tryggjaði hetta í síðsta enda eisini meistaraheitið.

Teir flestu leikararnar eru yngri í sínum árgangi og leika aftur í somu deild í komandi kappingarári, har Milan ikki er bangin fyri at staðfesta, at teir eru favorittar.

Venjarar eru Dan Brimsvík og Bárður Olsen.

Unglingar
Vegna aldur mistu vit í hesi deildini 12 leikarar undan kappingarárinum. Avloysararnir hava verið ógvuliga raskir at fyrireika seg og góða fyrireikingin, disciplinin og samanhaldið hevur borið liðið upp um onnur lið, sum annars vóru sterkari á pappírinum. Liðið vann silvur í landskappingini. Vit ynskja KÍ, sum vann FM uppiborið, tillukku við gullinum, men um Róaldur Jakobsen, sum framvegis hevur aldur til unglingar, slapp at leika nakrar dystir, høvdu vit væl kunnað bjóðað teimum enn betur av.

Málmansvenjing
Málverjar í ungdómsdeildini hava í ár havt serliga málmansvenjing tvær ferðir um vikuna við serbiska málverjanum hjá B71, Pradrag Markovic. Til hesar venjingarnar hava verið javnt átta málverjar - seks dreingir og tvær gentur.

Ætlanin er at halda fram við hesum í komandi kappingarári.

Kvinnusíðan
Kvinnusíðan hevur helst verið hin bjartasta síðan hjá B36 í ár. Eftir at tað harmiliga hendi fyri fáum árum síðani, at besta kvinnuliðið mátti taka seg úr kappingini vegna vantandi leikarar, er kvinnusíðan nú veruliga uppi at koyra aftur. Besta liðið hjá kvinnunum vunnu næstbestu deildina, sum viðførir at tær aftur eru í bestu deildini komandi kappingarár.

G14-17 gjørdust nummar fýra, meðan G12-14 gjørdust Føroyameistarar. G10-12 og pinkur, sum ikki vóru undir FSF-skipaðum kappingum, hava staðið seg ógvuliga væl í kappingum, sum feløgini sjálv skipaðu fyri.

Einar 100 gentur undir 12 ár eru í ungdómsdeildini í B36, og saman við góðu úrslitunum á allari kvinnusíðuni ber hetta boð um, at kvinnufótbólturin nú aftur livir sínar bestu dagar í B36.

___________

At enda kann sigast, at B36, saman við KÍ, hevur verið mest vinnandi felagið í ungdómsdeildunum í ár. Rahm í Króki, samskipari, hevur eisini havt úr at gera við at flyta leikaraloyvið til felagið, og kann tað bara síggjast at vera ógvuliga positivt.

Í venjarahópinum verða framdar nakrar smáar broytingar, og skipanin, sum varð løgd fyri fáum árum síðan, fer at halda fram. Fótbóltur krevur útvikling alla tíðina, og venjarar okkara dagføra og betra seg eisini.

Milan vísir á, at vit hava leikarar, ið skikkað sær væl, og at samstarvið við foreldur hevur verið fyrimyndarligt. Hann kann av álvara ikki peika á nakað, ið hevur verið keðiligt á hesum økinum.

At enda takkar Milan øllum dómarunum, sum hava verið við til at gjørt tað lættari og bøtt um ein annars stóran trupulleika, sum hevur verið á dómarasíðuni seinastu árini. Vónandi heldur hetta fram í komandi kappingarári.

 

Seinasti og komandi

Seinasti dystur

Effo-deildin

í Gundadali 4. mai

B36 - Víkingur 3 - 0


Komandi dystur

Effo-deildin

við Løkin 20. mai kl. 15.00

NSÍ - B36

Støðan í Vodafonedeildini

Minst til limagjaldið

Tín meining

Hvør vinnur NSÍ-B36?
 

Innritan



B36-styvlar