Ungdómsdeildin
Gamlar greinar
RSS tíðindi
| Vetrarvenjingar í ungdómsdeildini |
|
|
|
| 2010 Tíðindi |
| Mikudagur, 20. oktober 2010 20:20 |
|
Tey ymsu liðini í ungdómsdeildini fara at venja í vetur. Síggið venjingartíðirnar her!
- Fótbóltsleikarar eru fótbóltsleikarar alt árið, ikki níggju mánaðir um árið. Tískil eru vetrarvenjingar eisini ógvuliga umráðandi, slær Milan Cimburovic, høvuðsungdómsvenjari, fast. Milan vísir eisini á, at vit í ungdómsdeildini longu nú hava flutt leikararnar upp í deildina, har teir skulu leika komandi kappingarár. Tískil kunnu teir venja seg við nýggju umstøðurnar og læra nýggju liðfelagarnar at kenna. Hetta varð eisini roynt síðsta ár, og tá var uppmøtingin góð. Venjingarprinsippið í vetur verður nógv dystarvenjingar. Kroppurin skal haldast í gongd, og verður hetta í løtuni ikki gjørt við fysiskum venjingum, men dystum í venjing. Fram til 1. desembur verða venjingarnar hesar: Pinkulingar (árg. 2003-2005 og yngri) venja í Høllini á Hálsi mikudagar kl.16.30 til 17.30. Byrjað verður 3. novembur Smápiltar (árg. 2001-2002) venja í Høllini á Hálsi mikudagar kl.15-16.30. Byrjað verður 3. novembur. Piltar (árg. 1999-2000) venja mánadagar og mikudagar kl.17.30. Byrjað verður mánadagin 25. oktobur. Smádreingir (árg. 1997-1998) venja týsdagar og hósdagar kl.19. Byrjað verður týsdagin 26. oktobur. Dreingir (árg. 1995-1996) venja týsdagar og hósdagar kl.17.30. Byrjað verður týsdagin 26. oktobur. Unglingar (árg. 1991-1994) venja mánadagar og hósdagar kl.17.30 Byrjað verður mánadagin 25. oktober. |














