Ungdómsdeildin
Gamlar greinar
RSS tíðindi
| Jónas var bestur á Argjum |
|
|
|
| 2010 Tíðindi |
| Týsdagur, 05. oktober 2010 20:16 |
|
Við flest atkvøðum, markeraði Jónas Tór Næs seg sum besta leikara í B36 hópinum á Argjum leygardagin.
Hetta er fyrstu ferð, at Jónas Tór Næs er útnevndur til at vera besti leikari í dysti fyri B36 í Vodafonedeildini. Og gleðast vit sjálvsagt um, at fleiri nú eru farnir at geva slíkt bit frá sær, at B36 viðhaldsfólk ynskja at rósa teimum fyri tað við at velja teir til dagsins leikara. Men einsamallur á listanum var Jónas tó ikki. Vit hava nógvar góðar gengangarar. Hesaferð býttust atkvøðurnar soleiðis: Jónas Tór Næs: 30,5% Heldur undrunarsamt fekk fimti málskýttin, Hjallgrím Eltør, onga atkvøðu hesaferð. Helst munna størstu fjepparnir hjá honum hava gloymt at verið inni og stuðla honum. Talið av atkvøðum samsvarar rættuliga væl við nøgdina av B36 viðhaldsfólkum á Argjum leygardagin. Soleiðis kunna vit ikki klaga um luttøkuna her inni - men til dystin vóru ikki heilt so mong. Tí vóna vit at enn fleir møta til dyst næsta sunnudag og geva sína atkvøðu her inni eftir dystin. |














