Ungdómsdeildin
Gamlar greinar
RSS tíðindi
| Ávíkavist Jákup og Christian |
|
|
|
| 2010 Tíðindi |
| Mánadagur, 27. september 2010 20:15 |
|
Jákup og Christian javnir í dystinum á Sandi. Ímóti ÍF hevur Christian munin
Hvør fingu teir 29% av atkvøðunum í dystinum um at gerast dagsins leikari, Jákup og Christian, í dystinum á Sandi 22. september. Henda sama dyst fingu Róaldur og Odmar 12% av atkvøðunum, meðan Jónas, Klæmint og Símun fingu hvør síni 6% av atkvøðunum. Sunnudagin 26 september, var tað tó Christian sum fekk flestar atkvøður við sínum 35%. Jákup og Róaldur fingu hvør síni 24% meðan Odmar fekk 12% og Dimitrije fekk 6%. Sigast kann ikki, at talið av luttakandi í hesi atkvøðugreiðslu er uppeftirgangandi, og vóna vit tí at fleiri fara at gera sær tann ómak at fara inn at stemma eftir dystin ímóti AB leygardagin. Fari inn á hesa leinkju: https://b36.wufoo.com/forms/dagsins-leikari-hja-b36/ |














