Silvur til unglingarnar PDF Útskriva E-mail

Tað eydnaðist at fáa eitt stig á Toftum í gjárkvøldið, og tað var eisini minstakravið til at teir enda nummar tvey í kappingini

 

Undan kappingarárinum varð tosað nógv um hvør skuldi strúka avstað við fremstu plássunum í unglingadeildini í ár. NSÍ, KÍ og HB vóru mest uppi at venda, og neyvan mundi nakar nevna B36. Tískil var tað ein klár sólskinssøga, at unglingalið okkara megnaði at vinna silvur í ár.

Hin seinasti dysturin varð leiktur á Toftum hóskvøldið, og var setningurin greiður. B36 skuldi bara ikki tapa dystin, so var 2. plássið teirra. Tað gekk eisini sum ætlað. Árni Nielsen legði B36 á odda, men B68 svaraði aftur og javnaði til 1-1 stutt áðrenn leiklok. Tískil ein ógvuliga spennandi løta ímóti endanum av dystinum, men tíbetur megnaðu okkara ungu garpar at halda heim, og við 1-1-javnleikinum hava teir tryggjað sær silvur í unglingadeildini í ár.

 

Silvur í bussinum

Sigast má, at handanin av silvurkrónunum var heldur serlig í ár. Unglingarnir vóru nevniliga hendan dagin í bussinum hjá bussførara okkara, Kára Enghamar. Av tí at einki var avgjørt undan seinasta leikumfari, visti FSF sjálvsagt ikki, hvar teir skuldu koma við silvurkrónunum. Tá ið tað so varð greitt, at B36 skuldu fáa tær um hálsin, gjørdu umboðini hjá FSF skjótt av og møttu B36-bussinum á Skipanesi, har tey komu umborð á bussin og handaðu silvurmerkini til unglingar okkara.

 

Ungt lið

Unglingaliðið hjá B36 í ár hevur verið serliga ungt, og ber tað sjálvsagt boð um eina bjarta framtíð. Væntandi verður liðið enn sterkari næsta ár, tá ið allir eru vorðnir eitt fótbóltsár eldri. Teir, sum í ár leiktu fast við unglingaliðnum, og ikki hava aldur til liðið komandi ár, eru Terji Rasmussen, Ámund Nolsø, Brian Vang, Jógvan Breckmann og Esmar Æ. Poulsen. At kalla allir hinir spæla aftur næsta ár, somuleiðis sum nakrir frá dreingjaliðnum - sum jú vunnu FM! - flyta upp til unglingar at styrkja liðið. Jú, sanniliga verður hetta liðið spennandi at fylgja.

 

Vit ynskja unglingum við venjara, Milan Cimburovic, hjartaliga tillukku við silvurinum!

 

Seinasti og komandi

Seinasti dystur

Effo-deildin

í Gundadali 4. mai

B36 - Víkingur 3 - 0


Komandi dystur

Effo-deildin

við Løkin 20. mai kl. 15.00

NSÍ - B36

Støðan í Vodafonedeildini

Minst til limagjaldið

Tín meining

Hvør vinnur NSÍ-B36?
 

Innritan



B36-styvlar