Ungdómsdeildin
Gamlar greinar
RSS tíðindi
| Unglingar vunnu oddabrak |
|
|
|
|
Unglingarnir vunnu í gjár truplan útidyst ímóti NSÍ
NSÍ var annars á odda 1-0 í hálvleikinum, men unglingar okkara komu væl aftur í seinna hálvleiki og vunnu 3-1. Ámund Nolsøe skeyt tvey mál, meðan Jákup T. Joensen skeyt eitt. B36 og NSÍ liggja nú lið um lið á øðrum plássi, meðan KÍ verður trupult at fáa fatur á. B36 hevur ein fleiri dyst eftir at leika enn NSÍ. |














