Ungdómsdeildin
Gamlar greinar
RSS tíðindi
| Dreingirnir eru Føroyameistarar |
|
|
|
|
Eftir stórsigur í seinasta umfarinum fingu dreingirnir gullmerkini um hálsin sum prógv um, at teir eru Føroyameistarar 2010
A-liðið, sum gjørdust Føroyameistarar
Tað var í seinasta leikumfari, at dreingirnir hjá okkum skuldu royna at tryggja sær meistaraheitið. Hesin seinasti dysturin varð leiktur á Sandi, har aftasta liðið í deildini, B71, tók ímóti. Í góðveðrinum høvdu eini 30 foreldur og áhugað annars lagt leiðina við liðnum um fjørðin og til Sands, har dreingirnir hjá okkum uttan iva høvdu størstu motivatiónina í, at um teir vunnu dystin, vórðu teir Føroyameistarar.
Og tað blivu teir. Við einum tryggum 7-1-stórsigri kunnu dreingir okkara nú kalla seg Føroyameistarar 2010. Teir fingu 24 stig fyri 10 dystir. Hetta er tað sama sum TB/Royn, men av tí at B36 er betri innanhýsis - teir vunnu nevniliga báðar dystirnar á suðuroyingunum - so liggja dreingir okkara omaná og eru Føroyameistarar. Hesin seinni dysturin millum liðini varð leiktur í triðseinasta umfari í Gundadali, og vistu teir, at hetta kravdu ein sigur. Teir spældu ógvuliga væl undir trýstinum og vunnu dystin heili 5-1.
Undan kappingarárinum vóru vónirnar kanska ikki tær stóru til liðið, tí liðið er ungt. Fleiri koma beinleiðis frá smádreingjadeildini og hava aldur til dreingjadeildina aftur komandi kappingarár. Eitt nú Karl Martin Danielsen, sum er liðskipari hjá dreingjunum, í fjør eisini var liðskipari á tí smádreingjaliðnum, sum var sannførandi og vann greipuna.
Sum sagt, so vóru dreingir okkara ikki favorittar at vinna kappingina í ár. Tó halda teir flestu fram í somu deild komandi ár, og høvuðsungdómsvenjarin, Milan Cimburovic, viðgongur, at teir helst eru favorittar komandi kappingarár. Vit spurdu hann tí hvussu teir fara at gera sítt til, at teir liva upp til rolluna sum favorittar.
- Vit gera á sama hátt sum í ár. Vit byrja at venja tíðliga og fyrireika okkum væl. Vit vilja frá fyrsta dysti vísa, at vit eru besta liðið. Dreingirnir eru ógvuliga seriøsir í hesum árganginum, og eg vænti, at fleiri teirra fara at koma á Vodafone-liðið í framtíðini, sigur Milan.
Vit ynskja dreingjaliðnum hjartaliga tillukku. Høvuðsvenjari var Dan Brimsvík, og hjálparvenjari var Bárður Olsen. Somuleiðis ynskja vit B-liðnum, sum vann økisbólkin, hjartaliga tillukku!
B-liðið, sum vann økisbólkin
Dreingirnir. A- og B-liðið samlað.
|

















