Ungdómsdeildin
Gamlar greinar
RSS tíðindi
| Dreingirnir nærkast FM |
|
|
|
|
Við 2-1-sigri á grannunum úr HB eru dreingirnir hjá okkum nú ógvuliga tætt við at vinna FM
Leygardagin tóku B36-dreingirnir eitt stórt fet mótvegis FM, tá ið teir vunnu 2-1 á HB. Fyrri hálvleikur var ikki væl spældur, tað at hesin dysturin var sera avgerandi, sá út til at ávirka eitt sindur. Men eftir 20 min. bragdaði hjá okkum, Rasmus D. Sørensen sendi eina stikning ígjøgnum HB verjuna, og so var Rúni Seloy fyrstur á bóltinum og setti hann í netið. Beint fyri hálvleik javnaðu HB til 1-1. Málið kom mest sum úr ongum, vit mistu ein býttan bólt á miðjuni, og so gekk skjótt hinvegin.
B36-liðið sum kom út til seinna hálvleik, var nógv meira tendrað enn ta vit sóu í fyrra hálvleiki. Vit settu okkum á dystin beinanvegin, og lótu ongan iva vera í, at vit ætlaðu at vinna.
Rúni Seloy var sera tætt við, tá hann eftir sera flott einmansavrik smekkaði bóltin á stongina úr 20 metrum. Men 15 min. inn í seinna hálvleik, skoraðu vit til 2-1. Rúni Seloy var komin aftur á baklinjuna í HB brotsteiginum, og legði ein flatan bólt afturúr, her stóð fyrrverandi HB'arin, Hørður Askham, og hann plaseraði bóltin við handaru stong, og so vóru vit á sigurskós. Nú kundi man rokna við, at HB fór at trýsta, men so var ikki. Vit høvdu bóltin mest, men fingu ikki mál. Sigurin var sera týdningarmikil, tí MB fekk ikki mannað lið ímóti TB/Royn, so tann dystin vunnu TB/Royn 3-0. Annars kann nevnast, at Rúni Seloy gjørdist dagsins leikari. Komandi leygardag taka vit ímóti KÌ í Gundadali, vinna vit, so eru vit Føroyameistarar ! Um kappingin stendur á jøvnum eftir øll umførini, so er tað innanhýsis ið er galdandi, og vit hava vunnið ávíkavist 2-1 og 5-1 ímóti Tb/Royn, tískil kunnu vit avgera FM við einum sigri leygardagin. |















