Grannarnir føroyameistarar! PDF Útskriva E-mail

Vodafonedeildin 27. umfar, 23. oktober 2010: HB-B36 2-1 (2-1)

 

Hóast tað stóð B36 á tí mesta, sum var at síggja í Gundadali, so endaði tað við, at HB vann á B36 fyri fyrstu ferð í fleiri ár.

B36-liðið kom ov seint í gongd, og tá teir endiliga fingu um kvørkrarnar á dystinum, hevði HB longu lagt seg framum. Eitt hornaspark í 6. minutti endaði fyri føturnar á Fróða Benjaminsen, sum setti bóltin í málið.

Eitt korter gekk, áðrenn B36-liðið fekk tamarhald á, og so høvdu okkara menn eisini takið á tí mesta. Tað var bara hatta vanliga: at skapa og gagnnýta málmøguleikarnar, sum var trupulleikin.

HB kom á odda 2-0, tá 40 minuttir vórðu farnir. Eitt beinleiðis fríspark rakti stólpan, og bólturin sprakk beint út til Hendrik Rubeksen, sum hevði lætt við at skora.

Bara tríggjar minuttir seinni minkaði B36 um munin. Sera vælleikandi Hjalgrím Elttør streyk til baklinjuna og legði út frá til Christian R Mouritsen, sum var tryggur og sendi bóltin í málið. Eitt flott mál, og nú vónaðu tey hvítu í Gundadali, at B36 fór at koma inn aftur í dystin.

Í seinna hálvleiki stóðu okkara menn eisini fyri næstan øllum, og fleiri ferðir var um reppið, at teir fingu javnað, men hepnið var - sum ikki eina ferð í ár! - við teimum stríputu, og tá Petur Reinert bríkslaði fyri seinastu ferð, var støðan framvegis 2-1, og HB var føroyameistari.

Vit fara sjálvandi at nýta høvið at ynskja grannunum til lukku við meistaraheitinum, samstundis sum vit mugu ásanna, at tey eru vunnin meira sannførandi fyrr.
Okkara egna avrik í ár hevur verið ov svingandi, men lítið er at ivast í, at høvdu vit spælt alt árið, sum vit hava spælt teir seinastu 8-10 dystirnar, so hevði meistaraheitið ikki verið langt av leið.

B36-heimasíðan takkar at enda fyri kappingarárið 2010. Vit gleða okkum til 2011.

HB - B36 2-1 (2-1)
1-0:
Fróði Benjaminsen, 7.
2-0: Hendrik Rubeksen, 40.
2-1: Christian R. Mouritsen, 43.
Liðið: Magnus E. Poulsen - Jónas Tór Næs, Dimitrije Jankovic, Odmar Færø, Símun Joensen (83. Høgni Eysturoy) - Christian R. Mouritsen (86. Heini í Skorini) Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras, Bárður Olsen - Jákup á Borg, Hjalgrím Elttør
Dómari: Petur Reinert

 

Seinasti og komandi

Seinasti dystur

Effo-deildin

í Gundadali 4. mai

B36 - Víkingur 3 - 0


Komandi dystur

Effo-deildin

við Løkin 20. mai kl. 15.00

NSÍ - B36

Støðan í Vodafonedeildini

Minst til limagjaldið

Tín meining

Hvør vinnur NSÍ-B36?
 

Innritan



B36-styvlar