Ungdómsdeildin
Gamlar greinar
RSS tíðindi
| Týdningarmikil og uppiborin sigur á NSÍ |
|
|
|
|
Vodafonedeildin, 26. umfar: B36 - NSÍ 2-1 (1-0)
Eitt møguligt seinata skot í byrsuni at raka evropeiskum fótbólti komandi kappingarár í Gundadali í dag, har vit bjóðaðu teimum í ár sigursvandu runavíkingunum vælkomnum. Setningurin var greiður. Vunnu vit ikki í dag, so høvdu vit helst verði noyddir at veitra farvæl við evropeisku luttøkuna, sum vit ikki hava átt í ár og nú hungra eftir. NSÍ rennur hinvegin eftir FM-heitinum, so tað var undir ongum umstøðum ein løtt uppgáva, ið bíðaði okkum í dag.
Ein illveðursdag sum í dag vóru líkindini sum ikki einaferð best í Gundadali at leika fótbólt, og longu kl.14.45 bríkslaði Eiler Rasmussen dystin í gongd. Tað var sum um okkara leikarar ikki vistu av hesum, tí vit byrjaðu ikki at spæla fótbólt fyrr enn eitt korter var farið. NSÍ sat nevniliga á øllum fyrstu løtuna. Teir fingu loyvi til at hava bóltin, og so var gaman í hjá teimum at søkja at máli okkara og leggja okkum undir trýst. Tað sást kanska, at Christian Høgni Jacobsen ikki var við hjá teimum, tí ræðandi vandamiklir gjørdust teir ongantíð.
So var tíð hjá okkum at svara aftur. Tað gjørdu vit. Vit vunnu okkum spakuliga inn aftur í dystin við nøkrum væl smíðaðum álopum, og eftir einum korteri sendu vit fyrsta ávaringarskotið avstað. Tað var Bárður Olsen, sum vann seg í góða støðu skamt uttanfyri brotsteigarmarkið, men skotroyndin eftir handara síðunetið varð avrættað av einum NSÍ-verjuleikara.
Tað, at vit nú vóru væl við aftur í dystinum, tóktist skala runavíkingar nakað. Teir tveittu nevniliga sjáldsama nógvar bóltar út av síðulinjuni, og ónøgdin var greið bæði á venjarabonki og áskoðarabonki. Hetta gav okkum nógv ókeypis álop, og við beinleiðis framrættaðum spæli hóttu vit NSÍ-málið. í 20. minutti vóru vit fáar sentimetrar at leggja okkum á odda, tá ið Hjalgrím Elttør hevði rikið seg heilt inn í brotsteigin og legði yvir um til ein framstormandi Jákup á Borg, men ein NSÍ-ari toygdi seg meistarliga og fekk prikað bóltin av vandaleið. Vit fastuhildu tó álopið, sum skuldi enda við at vit løgdu okkum á odda. Ein fløt sending varð sent fram til Róald Jakobsen á brotsteigarmarkinum, sum skermaði verjuleikaran av og legði bóltin fyri føturnir á Hjalgrími Elttør, sum legði bóltin til rættis og royndi kanónina. Sekundið seinni brast bólturin í yvirliggjaran og inn, heilt uppi við málhornið - helst besta málið í ár og 1-0 til B36!
Fult uppiborið. NSÍ byrjaði betur, men vit høvdu sett okkum við róðrið og vóru greitt vandameira liðið. Skuldu fleiri mál verið komin í fyrra hálvleiki, so mundu tey verið follin í okkara lut, tí størstu málmøguleikarnar høvdu vit. Eitt nú Bárður Olsen slapp at kalla púra leysur til vinstru fyri málið, men hann fekk ikki rættiligt skot á bóltin, og so var helst størsti málmøguleikin í fyrra hálvleiki avhasaður. 1-0 var eisini ein hálvleiksleiðsla, sum vit hóast alt kundu vera nøgdir við - tað ráddi bara um at gera arbeiðið liðugt í seinna hálvleiki.
Vit byrjaðu seinna hálvleik betur enn fyrra. Ikki tí at tað skuldi serliga nógv til, men vit høvdu greidliga meiri ró á spælinum - nakað, ið vit manglaðu við dystarbyrjan. Átta minuttir inn í seinna hálvleik var fyrsta málroyndin. Vit bygdu upp í vinstru og sendu bóltin tvørturum til Hjalgrím, sum annars lá væl dekkaður aftanfyri Heðin á Lakjuni. Heðin veddaði alla puljuna men tapti, og so fekk Hjalgrím nógv pláss og møguleika fyri at skjóta. Hann valdi at reka bóltin til vinstra beinið, hvørjum hann skeyt eitt skot við lúkst framvið handaru stong.
Júst sum vit hugsaðu "Skít, har skuldi verið 2-0!" so vórðu vit revsaðir. Fyrstu ferð NSÍ av álvara hótti okkara mál, eydnaðist tað teimum at skora. Tað var Klæmint Olsen, sum varð spældur rættiliga leysur, og eftir eina málmansbjarging fekk hann aftur skot á í aðru syftu. Jónas Tór Næs hevði tá vunnið seg afturum og burdi havt ruddað burtur, men hann var áhaldsin - sá út til at glíða - og so sigldi bólturin í mál til 1-1. Uppiborið? Ikki serliga, men hvast og væl gagnnýtt; tað skulu teir eiga!
Tað var eingin ivi um, at hetta kom ógvuliga dátt við hjá okkum. Vit sóu út til at hava fult tamarhald á støðuni, og tískil var tað eisini skilligt, at okkara menn vóru sum runnir í stein og summir sera frustreraðir. Eitt mál ímóti hist og her er ikki óvanligt, men samanborið við leikgongdina var hetta málið púra óneyðugt. Útjavnandi málið hjá NSÍ gav teimum nýggja luft, og løtuna eftir vóru teir sum hamskiftir og løgdu stórt trýst á okkum. Tað gekk ein løta, áðrenn vit funnu okkum sjálvar aftur, men tá fór at regna og hegla so óvanliga nógv, at ein ikki kundi lata vera við at hugsa og tosa um tað.
Eina stóra løtu í seinna hálvleiki var spælið einki at reypa av, men ímóti dystarenda megnaðu vit aftur at binda fast og stápla nøkur álop á beinini. Í 83. minutti kom ein støða, ið avgjørdi dystin. Hjalgrím Elttør smekkaði til uttanfyri brotsteigin, og í brotsteiginum hevði ein NSÍ-verjuleikari gloymt, at hann ikki er málmaður. Eiler Rasmussen ivast ikki: brotsspark til B36. Púra beint varð royndi liðskiparin, Klæmint Matras, settur at skjóta. Hann langaði til við fullari orku nærmast mitt í málið, og tá ið Andras Gango hevði tveitt seg til vinstru, ja, so kundu vit fegnast um at hava lagt okkum á odda 2-1.
Minuttirnir til dystarenda gingu sjálvandi ógvuliga seint. NSÍ royndi tað seinasta teir áttu, meðan vit stríddust og sparkaðu bóltarnar burt. Í sjálvari tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fekk NSÍ ein risa stóran møguleika at javna. Vit fóru skeivir av einum innleggi, og endin var, at Klæmint Olsen slapp at standa púra leysur. Tíbetur fyri okkum skeyt hann bóltin væl omanfyri málið, og tískil kundu vit fegnast um at vinna henda týdningarmikla dystin 2-1.
Nú er bara ein dystur eftir at leika, og verður hann á "útivølli" ímóti HB í Gundadali leygardagin. Hetta kann gerast ein áhugaverdur dystur á nógvar ymsar mátar. Møguleikin er framvegis at tryggja okkum evropeiska luttøku, men samstundis kunnu vit eisini verða avgerandi fyri, hvørs HB ella EB/Streymur fær FM 2010.
PA B36 - NSÍ 2-1 (1-0) Myndasavn |















