Ungdómsdeildin
Gamlar greinar
RSS tíðindi
| Samba á Argjum |
|
|
|
|
Vodafonedeildin, 25. umfar: AB - B36 0-5 (0-2)
Eingin slingur í valsinum í góðveðrinum á Argjum í dag, har vit tóku ímóti botnliðnum AB, sum ikki longur hevur møguleika at lívbjarga sær í Vodafonedeildini. Vit settu okkum á dystin so at siga frá fyrsta bríksli, tó uttan at nakað serligt bit var í hjá okkum heilt frammi á vøllinum. Men hetta broyttist skjótt, og vit nærkaðust alt meiri AB-málinum. Í 20. minutti sendi Hjalgrím fyrsta stóra ávaringarskotið avstað, men eftir at hava sneitt ein verjuleikara av í feltinum, skeyt hann bóltin skamt omanfyri málið. Betur gekk tað hjá Christiani fáar minuttir seinni, tá ið hann eftir frálíkt bandaspæl við Jákupi smekkaði eitt langskot í AB-málið, og so var uppiborið 1-0 til okkara.
Eftir hetta fingu vit av álvara glið á spælið, og samstundis sum vit vóru róligir á bóltinum, so var trupult hjá AB at koma upp ímillum og órógva spælið hjá okkum. Tað gingu eisini bara sjey minuttir, og so lá bólturin aftur í AB-málinum. Hjalgrím setti Yohan Borðoy hjá AB av í høgru síðu, haðani hann sendi eitt innlegg innfyri. Tað var líkt til, at bólturin fór ov langt, men aftanfyri handaru stong fekk Klæmint við høvdinum sneitt bóltinum í málið, og so var 2-0 til okkara.
AB beit als ikki frá sær í fyrra hálvleiki, og tískil var tað eisini fult uppiborið, at vit fóru til hálvleiks við einari 2-0-leiðslu.
Í seinna hálvleiki tóku vit um sama enda, sum vit sleptu í fyrra. Vit stýrdu dystinum, og tað vóru bara seks minuttir farnir av seinna hálvleiki, tá ið vit øktu til 3-0. Róaldur, sum nakrar ferðir hevði roynt kanónina í fyrra hálvleiki, royndi nú aftur. Hesaferð eydnaðist væl betur, og uttanfyri feltið í høgru langaði hann eitt flatt langskot umvegis stongina í málið til 3-0. Eftir hetta hevði AB eina góða løtu við góðum taktum, og søktu teir eisini at málinum hjá okkum. Vit vardu tó væl fyri, og so vóru vit aftur vandamiklir í hinum endanum. Um miðan seinna hálvleik slapp Jákup so eisini upp í part - á maltalvuni væl at merkja, tí hann hevði nevniliga spælt sera væl allan dystin. Hetta var eitt satt mynsturálop, sum so mangan áður Róaldur átti avgerandi fríspælingina í. Hesa sendi hann til ein rímiliga frían Jákup, sum úr spískum sendi bóltin í mál til 4-0.
Skrædl lá nú í luftini, og tað var eyðsæð, at vit vildu fáa enn fleiri mál. Vit bardust sum stóð tað um lív. Ja, sera hugaligt at síggja, hóast vit ikki hava serliga nógv at spæla fyri. Tað var tunt í AB-verjuni, og høvdu vit fleiri álop, har vit vóru í yvirtali. Seinasta málið í dystinum fekk Hjalgrím, sum bleiv spældur leysur av Jákupi og ikki sveik álitið. 5-0, og kundi tað verið enn meiri, um ikki t.d. yvirliggjarin stóð í vegin.
Samanumtikið ein sera væl leiktur dystur frá okkara síðu. Fimm mál frá fimm ymsum leikarar og einki gult kort ber boð um, at vit í dag lótu alt upp til fótbóltsspælið, og tá ið tað nú eydnaðist somikið væl, so var ongantíð nakar ivi um úrslitið. Ein greiður og væl uppiborin 5-0-stórsigur.
PA AB - B36 0-5 (0-2) |














