Ungdómsdeildin
Gamlar greinar
RSS tíðindi
| Hjalgrim Elttør til B36 |
|
|
|
| 2009 Tíðindi |
| Mikudagur, 30. desember 2009 19:13 |
|
Landsliðsáleyparin hevur skrivað sáttmála fyri komandi kappingarár
Arbeiðið við at styrkja besta liðið hjá B36 til komandi kappingarár gongur sína gongd, og leiðslan boðaði fyri løtu síðan, at landsliðsáleyparin, Hjalgrim Elttør, hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við B36. Tað er einki at taka seg aftur í, at hetta er góður styrkur á B36-liðnum, sum hevur manglað ein vandamiklan mann í álopinum, tí Hjalgrim hevur í fleiri ár víst, at hann hevur nøs fyri málum. Sjálvur sigur Hjalgrim, at hann gleðir seg til avbjóðingina, og hann sær B36 sum eitt sera spennandi lið við stórum møguleikum. "B36 hevur nógvar sera góðar ungar leikarar, og hava harafturat styrkt seg væl, síðan kappingin endaði. Eg kenni teir flestu spælararnar og gleði meg til at royna meg í høvuðsstaðnum." Hjalgrim væntar at flyta til Havnar at búgva, tí tað verður í strævið at koyra í millum. Vit ynskja Hjalgrimi vælkomnum til B36 og vóna, at hann fer at trívast í felagnum. |















