Ungdómsdeildin
Gamlar greinar
RSS tíðindi
| Dmitrij kemur aftur! |
|
|
|
| 2009 Tíðindi |
| Mikudagur, 23. desember 2009 19:03 |
|
Sáttmáli er skrivaður við verjugeneralin Dmitrij Jankovic fyri kappingarárið 2010!
B36 kunnger í dag, at Dmitrij Jankovic, sum leikti við okkara besta liði í 2008, aftur verður partur av besta hópinum í 2010. Breið semja mundi í farna kappingarári vera um, at tann leikarin, sum størstur saknur var í í mun til 2008, var verjuskansin Dmitrij Jankovic. Hansara framúr spælskil og frálíku leiðaraeginleikar vóru kanska júst tað, sum var munurin á 2008 og 2009. Dmitrij hevur, síðan hann fór úr Føroyum, spælt fótbólt í Serbia, men samband hevur alla tíðina verið millum B36 og hann, og nú er tað greitt, at Dmitrij verður við á besta liðnum hjá B36 í 2010. Sjálvur sigur Dmitrij, at hann gleðir seg til at koma aftur til B36, har hann kendi seg væl og var glaður fyri at vera í 2008. Vit á heimasíðuni kunnu bara siga, at vit sanniliga eisini eru glaðir fyri, at hann kemur aftur og vóna og vænta, at hann fer at gera líka góðan mun, sum hann gjørdi fyrstu ferð, hann var her! Dmitrij kemur til Føroyar aftur fyrst í februar 2010. Væl afturkomin, Dmitrij! |















