Símun Joensen er nú B36'ari PDF Útskriva E-mail
2009 Tíðindi
Fríggjadagur, 27. november 2009 18:56

Hov, hov, Símun! Men komandi kappingarár verða hesir báðir liðfelagar í hvítu troyggjuni

Sáttmáli er undirskrivaður við hartarbeiðandi klaksvíkingin, sum bæði kann nýtast á miðvøllinum og á vinstra bakki

 

Fyrradagin skrivaðu B36 og Símun Joensen undir sáttmála. 26 ára gamli klaksvíkingurin hevur alt sítt lív leikt við KÍ, har hann seinnu árini hevur verið fastur maður mitt á miðjuni, hóast hann - sum vinstrabeintur - áður hevur røkt plássið á vinstra bakki. Símun er best kendur fyri sína nógvu orku, stóra stríðsvilja og fyri at vera tann leikarin, ið ruddar upp og vinnur nógvar bóltar á miðvøllinum.

Vit á heimasíðuni fingu eitt prát við Símun stutt eftir sáttmálin var undirskrivaður, og var tað ein sera blíður og fyrikomandi maður, vit høvdu í hinum endanum. Vit løgdu út við at spyrja hann hvussu tað bar til, at hann valdi B36.

- Tað er B36! Teir settu seg í samband við meg júst eftir at sáttmáli var skrivaður við Sigfríð (Clementsen, blðm.), og sum eg skilji tað, so manglar ein vinstri bakkur. Eg havi altíð verið væl við B36, og kenni væl fleiri av leikarunum; eitt nú Heina í Skorini, Inga Højsted og Berg Midjord, sum allir eru blíðir at práta við. So tað kann sigast, at eg havi havt eitt ávíst tilknýti til B36 frammanundan, sigur Símun.

- Eg eri eisini júst byrjaður á Føroya Læraraskúla her í Havn, og havi fingið íbúð her. Eg veit at B36 er eitt ambitiøst felag, og teir vilja vera við, har tað er stuttligt. Eg eri ógvuliga fegin um, at teir settu seg í samband við meg, sigur Símun Joensen.

Farna kappingarár munnu vit í B36 skjótt skriva í gloymibøkurnar, men helst munnu vit fyrst vaska 8. plássið av okkum. Vit spurdu Símun, um hann hevði góðar vónir um at náa betri enn einum 8. plássi komandi kappingarár.

- Ja, for Sørin! var stutta og greiða svarið hjá Símuni, áðrenn vit báðir fóru at tosa um, hvussu góðar leikarar vit í grundini hava í B36. Símun nevndi m.a., at hann altíð hevur sæð vinnaramentalitet lýsa úr B36-leikarum.

Hóast hetta er fyrsta ferðin, at Símun Joensen skiftir felag, so metti hann ikki avgerðina um at skifta til B36 vera trupla.

- Nei, als ikki. Tað eru nakrar orsøkir, sum spæla inn. Tað er eisini tað geografiska og tað praktiska, sum spælir inn. Eg gangi í skúla her, so tað verður lættari at fara í skúla her, heim og so at venja, ístaðin fyri at eg møguliga varð noyddur at koyra langa teinin heim til Klaksvíkar eftir skúla. Tað hevði verið troyttandi, heldur Símun, sum eisini følir hetta vera rætta løtan til at skifta felag, um hann skal náa víðari í fótbóltslívinum.

Símun var í farna kappingarári so óheppin at vera darvaður av skaða, og var hann bróðurpartin av árinum til skips. Komin í land aftur fekk hann comeback ímóti júst B36, og fekk hann leiktíð í seinastu sjey umførunum, sum skuldi borið okkum boð um, at hann er í góðum formi. Hetta sermerkir eisini Símun, sum áður hevur verið rennari.

Hjartaliga vælkomin til B36, Símun!

 

Seinasti og komandi

Seinasti dystur

Effo-deildin

í Gundadali 4. mai

B36 - Víkingur 3 - 0


Komandi dystur

Effo-deildin

við Løkin 20. mai kl. 15.00

NSÍ - B36

Støðan í Vodafonedeildini

Minst til limagjaldið

Tín meining

Hvør vinnur NSÍ-B36?
 

Innritan



B36-styvlar