Ungdómsdeildin
Gamlar greinar
RSS tíðindi
| Sigfríður Clementsen aftur venjari |
|
|
|
| 2009 Tíðindi |
| Mánadagur, 16. november 2009 18:54 |
|
Sáttmáli er skrivaður við Sigfríð fyri kappingarárið 2010
Nýggjur høvuðsvenjari er settur hjá besta liðnum hjá B36 fyri 2010. B36 hevur í dag skrivað sáttmála við Sigfríð Clementsen, sum eisini var venjari hjá felagnum, tá vit vunnu meistaraheitið í 2005 og steypakappingina í 2006. Eingin stórvegis presentatión er neyðug av Sigfríði sum fótbóltsvenjara, tí hann man vera tann føroyski venjarin , sum seinastu árini hevur fingið tey glæsiligastu úrslitini við teimum liðum, hann hevur staðið á odda fyri. Fyrstu skreytirnar gjørdi hann í júst B36, har hann í 2005 vann landskappingina og í 2006 steypakappingina. Síðani tá hevur hann roynt seg fyrst í AB og síðani í EB/Streymi, har hann eisini fekk frálík úrslit. Í 2007 vunnu sundalagsmenn steypakappingina og mistu meistaraheitið á stokkinum og í 2008 tóku teir alt og vunnu greipuna. Sigfríður sigur í stuttari samrøðu, at hann gleðir seg til uppgávuna og ætlar at stíla eitt sindur hægri, enn gjørt varð í farna kappingarári. Arbeitt verður við at styrkja liðið, og Sigfríður heldur, at hóast tað kanska er í so tíðliga at droyma um meistaraheitið, so ætlar hann, at liðið skal vera við har tað er stuttligast, og so mugu vit taka tað haðani. Vit ynskja Sigfríði hjartaliga væl afturkomnum og ynskja honum góða eydnu í starvinum. |















