B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Bárður Olsen til B36 PDF Útskriva E-mail
2009 Tíðindi
Leygardagur, 17. oktober 2009 18:47

Vit í B36 kunnu nú gleða okkum til at síggja Bárð Olsen í hvíta B36-búnanum komandi kappingarár

 

B36 hevur í dag skrivað sáttmála við Bárð Olsen, sum annars alla sína fótbóltsleið hevur leikt við EB/Streymi. Bárður er 23 ára gamal, hevur verið í landsliðshitanum fleiri ferðir og kann bæði spæla á høgra bakki og á miðjuni. Vit fingu orðið á Bárð Olsen seinnapartin, og hann var sum vera man fegin um sáttmálan við B36.

- Eg gleði meg til at fáa eina nýggja avbjóðing. Tað er sjálvandi spennandi at skifta til eitt felag sum B36, sum hevur so góðar fortreytir. Eg má viðganga, at eg havi verið eitt sindur nervøsur hesar seinastu dagarnar, men eg haldi meg hava tikið ta røttu avgerðina, sigur Bárður Olsen, sum nú fyri tað mesta býr í Havn, og tískil ikki longur hevur so langa leið til venjing.

Vit í B36 hava gjørt rúm fyri betring, eftir at vit endaðu á einum heldur snópisligum 8. plássi farna kappingarár. Vit spurdu Bárð, um hann heldur tað vera realistiskt, at B36 blandar seg ímillum trý tey fremstu komandi kappingarár.

- Ja, við liðnum sum tit høvdu í fjør, so vil eg meta, at tað er realistiskt. Avgjørt. Liðið í fjør hevði betri góðsku enn at liggja triðaftast á stigatalvuni. Um vit fáa liðið at koyra í ár, so ivist eg ikki í, at vit koma í topp 3, sigur Bárður.

Hóast Bárður bara er 23 ára gamal, so fer hann nú at teljast millum teir royndastu leikararnar á unga B36-liðnum. Í hesum sambandi spurdu vit hann, um hann føldi seg fáa eina aðra uppgávu handaða her í B36, enn hann hevur havt í EB/Streymi.

- Tað er altíð ein uppgáva at vísa fyri venjarum, áskoðarum og tær sjálvum, at tú dugir nakað. Kemur tú á eitt nýtt lið, so skalt tú sanniliga eisini vísa nakað. Tað verður mín uppgáva, segði Bárður Olsen at enda.

Vit ynskja Bárði hjartaliga vælkomnum í B36.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin

  
  Síggjast aftur í 2019

  -----------------

2. deild menn

 Endaði nr 2. og flytir upp í 1. deild :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast aftur í 2019

 

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan