Ungdómsdeildin blómar framvegis PDF Útskriva E-mail
2009 Tíðindi
Fríggjadagur, 16. oktober 2009 18:41

Øll steypini, sum ungdómsdeildin hjá B36 vann kappingarárið 2009

Í okkara frálíku ungdómsdeild hava vit nógv at fegnast um. Les her eina grein, ið tekur saman um árið

 

Kappingarárið 2009 er nú av, og hetta gevur okkum møguleikan at seta okkum niður og líta aftur á kappingarárið. Fyri okkum øll, sum fylgja við liðnum í Vodafonedeildini, hevur tað ikki verið serliga nógv at fegnast um í ár, men vit hava tó eina frálíka ungdómsdeild, sum bara er at fegnast um. Vit hava aftur í ár verið og vitað hvussu til stendur; hetta gjørdu vit við at taka saman um saman við høvuðsungdómsvenjara okkara, Milan Cimburovic.


Hart arbeiði - gott úrslit

Tað hevur gingið avbera væl hjá ungdómsdeildini í ár. Tað er bara at hyggja at heiðursmerkjayvirlitinum á forsíðuni, sum staðfestir góðu gongdina. Hetta kemur so avgjørt ikki av ongum.

- Eg plagi at siga, at tað ikki er nakar gandur. Tað er eitt stórt og hart arbeiði, ein proces. Góði bygnaðurin í ungdómsdeildini hevur nú givið úrslit. Vit høvdu góð úrslit í fjør, men enn betri í ár, sigur Milan, sum serliga fegnast um tað konditionella støðið hjá ungu leikarum okkara.

- Okkara dreingir orka væl, so vit kunnu siga, at vit hava ein fyrimun í mun til hini liðini, heldur Milan.


Góð uppmøting

Tað er helst ikki nakað óvanligt sum ger, at konditionella støðið er so høgt millum okkara ungu leikarar. Tað er heldur øðrum umstøðum at takka.

- Vit hava havt fysiskar-, samskipanar- og tekniskar venjingar. Grundin er eisini, at tað er góð uppmøting til venjingar - bæði um summarið og um veturin, sigur Milan, sum nýtir dømi úr summarferiuni, har teir vandu tvær ferðir um dagin í tvær vikur, og var tá uppmøtingin stak góð.
Samrøðuna gjørdu vit eitt ráðkalt heystarkvøld, men kvøldið fyri, tá ið annars allar kappingar eru avgreiddar, møttu heili 26 piltar upp til venjing.

- Dreingir og smádreingir møta væl upp, meðan unglingar plaga at liggja um eini 10-12. Tað er eisini í lagi, tá ið vit hugsa um, at teir hava so nógv annað at gera, sigur Milan.


Rós til venjararnar

Eitt er at møta væl upp til venjingarnar, men eitt annað er at verða leiddur og leiðbeindur undir venjing. Ein góður venjari hevur sjálvsagt nógv at siga, og hesum hevur ungdósmdeildin í B36 ongar trupulleikar av.

- Eg má eisini rósa ungdómsvenjarunum. Vit hava hildið fast í so at siga øllum venjarunum frá í fjør, og tað er umráðandi at hava stabilitet í, sigur Milan, og leggur afturat, at allir venjararnir eru vaksnir og góðir venjarar.

- Hýrurin í B36-húsinum er altíð góður. Vit hava einki negativt millum venjarar, foreldur og nevnd. Tað, sum eisini gevur okkum nógv, er, at tað altíð er onkur at tosa við í B36-húsinum. Tað er altíð onkur úr ungdómsnevndini, sum er her áðrenn og eftir venjingar. Dreingir møta langt áðrenn fyri at hugna sær í stóra rúminum, og aftaná venjing tað sama. Vit hava tað gott socialt, og inn ímillum eru hugnakvøld eisini á skránni.

Eru tað so bara smádreingir og dreingir, sum møta upp?

- Nei, tað er fyri øll! Nógv møta upp, eisini foreldur, sigur Milan, sum er glaður fyri, at eingir dissiplinerir trupulleikar eru, og at øll kenna seg til rættis í systeminum.

Ofta kann vera trupult at halda øllum hesum ungu, orkufyltu í skinninum, men tað letur til, at eingir sum helst trupulleikar eru av hesum - frálíkt!

Í stóra rúminum trívast tey ungu væl. Har er m.a. møguleiki at spæla pool (mynd) borðfótbólt og borðtennis

Ríkt felag
Í dagsins samfelag seta flest øll ríkidóm í samband við pengar, men soleiðis nýtist tað als ikki at vera. Tað eru okkara ungu leikarar eitt gott dømi um, tí teir gera nevniliga okkara felag sera ríkt.

- Mín meting er, at vit eru eitt øgiliga ríkt felag við ungum og evnaríkum leikarum. Hetta gevur boð um eina ljósa framtíð. Eg havi gott tilfeingi at arbeiða við, og fleiri leikarar kunnu koma á besta liðið um nøkur ár, staðfestir Milan.

- Investerar tú nú, fært tú tað 10 ferðir so nógv aftur. Somikið umráðandi er tað. Um hesir leikarar ikki sleppa at leika í Vodafonedeildini, so eru lægri deildir at spæla í. Teir kunnu eisini blíva venjarar ella kanska koma at sita í nevndini einaferð, sigur Milan, sum við hesum staðfestir týdningin av at satsa upp á ungdómin.

Sjálvur heldur Milan javnan venjarafundir fyri øllum venjarunum í ungdómsdeildini, har tosað verður um tingini og alt tað praktiska loyst.


Kvinnulið komandi ár

Tað var sum vera man sera harmiligt fyri eitt so stórt felag sum B36, at vit stutt áðrenn kappingarbyrjan í ár máttu geva skarvin yvir og koma við boðunum um, at kvinnuliðið mátti takast úr kappingini. Leikaratilfeingið var ov lítið, og uttan møguleika fyri at manna lið, mátti kongurin leggjast. Hetta merkir tó ikki, at kvinnufótbólturin legst kúrrur - als ikki, tí tað er so avgjørt ljós fyri framman.

- Vit eru byrjað við einum heilt nýggjum hugburði. Vit hava í ár arbeitt væl við og hava fingið góð úrslit í bæði pinkum, gentum 10-12 og gentum 14-17. Vit vóna at fáa mannað eitt lið á fullum vølli, í 2. deild, næsta ár. Hetta kann blandast við ungum og eldri - tað møta jú yvir 20 konur til venjingar hjá old girls, so har er nokk at taka av, sigur Milan.


Dómarar ein mangulvøra

Nú hava vit verið so hjartans positiv í hesi grein, og jú, tað er ein grund til tað. Tó kann okkurt gerast betri, og tað kann tað sanniliga gerast á dómaraøkinum. At finna dómarar vísir seg at vera trupult alla staðni í landinum, men hjá okkum er trupulleikin stórur - ungdómsdeildin skríggjar eftir dómarum! Teir somu verða troyttir av at døma og døma, onkuntíð mugu nevndarlimir hoppa inn í ringin, og javnan verða venjararnir sjálvir noyddir at døma dystir.

Hetta, halda vit, als ikki kann góðtakast. Venjararnir hava ov mikið av ábyrgd í forvegin, so góðu tit foreldur, eldri fótbóltsleikarar, givnir fótbóltsleikarar, dómarar ella bara áhugað, tit eru vælkomin at hjálpa til við at døma nakrar fáar dystir um árið. Vit hava sett okkum fyri at upparbeiða eina dómaraskipan í ungdómdeildini, og eru tit so beinasom at hjálpa til á heusm økinum, so eru tit vælkomin at siga frá longu nú og ringja á tel. 21 18 09.


Nú eru vit troytt

- Vit eru troytt nú, øgiliga troyt. Men glað, viðgongur Milan eftir eitt langt og hart kappingarár.

Sambært honum er einki at siga til, at tað hevur gingist so væl í ungdómsdeildini í ár.

- Ungdómsdeildin hevur bjóðað góðar umstøður til børnini. Gott rúm, góð klæði, góðar bóltar og bjóðar vaksnar venjarar til øll lið. Tað eru smádetaljur upp til tær stóru detaljurnar. Barnið trívst her, vit missa ikki spælarar, men fleiri koma afturat, sigur Milan Cimburovic at enda.

Møguleiki er at fáa sítt egna navn prentað á B36-draktina

PA

 

Seinasti og komandi

Seinasti dystur

Effo-deildin

í Gundadali 4. mai

B36 - Víkingur 3 - 0


Komandi dystur

Effo-deildin

við Løkin 20. mai kl. 15.00

NSÍ - B36

Støðan í Vodafonedeildini

Minst til limagjaldið

Tín meining

Hvør vinnur NSÍ-B36?
 

Innritan



B36-styvlar