Ungdómsdeildin
Gamlar greinar
RSS tíðindi
| Smádreingirnir vunnu alt |
|
|
|
| 2009 Tíðindi |
| Fríggjadagur, 16. oktober 2009 18:23 |
|
A-, B- og C-liðið vunnu gull. Les um sjáldsama góða árgangin her!
Smádreingjadeildin hjá B36 er bókstaviliga gullverd. A-liðið vann meistarabólkin, meðan A- og B-liðið eisini vunnu sínar økisbólkar. Tískil tóku vit fullkomiliga ræðið í smádreingjadeildini og vunnu allar gullmedaljur, sum vóru at vinna. Tað var serliga A-liðið, sum skaraði framúr. Teir leiktu 10 dystir í endaspælinum, og hesar vunnu teir allar við samlaðu málúrtøkuni 40-9. Vit prátaðu við annan venjara teirra, Milan Cimburovic, og hann ivast stórliga í, um tað nakrantíð er hent áður, at eitt lið vinnur allar økisbólkarnar, tað luttekur í. - Vit hava arbeitt hart fysiskt og orka betur enn hini liðini. Mín meting er tann, at orkar tú ikki væl, so kanst tú ikki spæla góðan fótbólt. Vit spæla eisini góðan offensivan fótbólt, hygg bara at stigatalvuni! Vit lata eitt mál inn pr. dyst og skora fýra, sigur Milan um A-liðið. A-liðið luttók eisini í kappingini í fjør, tá ið allir leikararnir vóru í yngra smádreingjaárganginum. Hesum lærdu teir nógv av, og í ár, tá ið teir vóru í eldra smádreingjaárganginum, vunnu teir rætt og slætt alt, ið vinnast kundi. Milan er bergtikin av dygdunum hjá fleiri av leikarunum. Tveir teirra, Rasmus D. Sørensen og Sigurð Poulsen, umboða føroyska U15-landsliðið, men Milan heldur, at tað átti at verið nógv fleiri. Hann hevur eisini gjørt vart við sína ónøgd á tí økinum. Eitt dømi um, at smádreingirnir hava tikið seg ógviliga nógv fram, er, at teir upp ígjøgnum allar árgangirnir hava dystast í tøttum stríði við HB. Hetta er tó ikki støðan longur; B36 endaði 20 stig frammanfyri HB og vunnu teir annan dystin 8-0 á teimum. A-liðið vann eisini steypakappingina, og kann tískil kalla seg greipuvinnari 2009.
|
















