Venjingartíðir fyri veturin PDF Útskriva E-mail
2009 Tíðindi
Mánadagur, 12. oktober 2009 18:22

Kappingarnar eru nú av, men hetta merkir ikki, at vit leggjast kúrr. Tvørturímóti - síggj nýggju venjingartíðirnar her!

 

Allar gentur hava nú vetrarfrí. Hetta kemst av teirri einfaldu orsøk, at tær nú hava so nógvan annan ítrótt at íðka, at tað ikki loysir seg at hava fótbóltsvenjingarnar koyrandi. Dreingirnir í ungdómsdeildini halda tó fram við so at siga fullum blussi. Gjørt er av, at tær ymsu deildirnar verða býttar upp eftir aldri longu nú, tvs. at ein leikari føddur í '95, nú ikki er smádrongur longur, men skal venja vit dreingjum. Hetta er til teirra egna góða, soleiðis at teir kunnu læra seg at kenna og longu nú skapa samanhaldið millum leikarar, foreldur og venjarar.

 

Nýggju venjingartíðirnar eru hesar:

Smápiltar/pinkulingar (U10): Byrjað verður 1. nov. Nærri kunning á heimasíðuni seinni.

Piltar: Mikudag kl.18

Smádreingir (árg. 96-97): Mándag kl.19 og hósdag kl.19.

Dreingir (árg. 94-95): Mánadag kl.19 og hósdag kl.19

Unglingar (árg. 91-93): Týsdag kl.17.30 og hósdag kl.17.30

 

Seinasti og komandi

Seinasti dystur

Effo-deildin

í Gundadali 4. mai

B36 - Víkingur 3 - 0


Komandi dystur

Effo-deildin

við Løkin 20. mai kl. 15.00

NSÍ - B36

Støðan í Vodafonedeildini

Minst til limagjaldið

Tín meining

Hvør vinnur NSÍ-B36?
 

Innritan



B36-styvlar