Ungdómsdeildin
Gamlar greinar
RSS tíðindi
| Formaðurin takkar fyri í ár |
|
|
|
| 2009 Tíðindi |
| Sunnudagur, 04. oktober 2009 18:20 |
|
Kappingarárið 2009 er nú komið at enda, og hiðani skal ljóða ein tøkk fyri í ár
B36 hevur so at siga á hvørjum ári seinastu 20 árini ligið heilt frammi í oddinum og kappast um at gerast føroyameistari. Vit vóru so von við glæsilig úrslit, at fleiri vóru mest sum misnøgd í fjør við bronsukrúnurnar. Árið í ár hevur harafturímóti verið alt annað enn ein dansur á rósum. Ein sera óvon støða hjá B36. Tann góða søgan er, at ongantíð áður hava bæði fjepparar, leikarar og allir B36arar staðið so væl saman um Vodafonliðið og um fótbóltsfelagið B36. Meira av hesum! Tey nógvu árini - ja heilt aftur í nítiárini, eru tað bert okkara grannar fyri norðan, sum hava betri úrslit at vísa á enn B36 - høvuðsstaðurin hevur flest øll árini ligið á ovastu rókunum. Eisini í ár. Vit í B36 ynskja HB hjartaliga tillukku við meistaraheitinum 2009. Vit koma sterkt aftur. Vit væntaðu ikki at gerast føroyameistarar í ár, men vónaðu sjálvsagt at røkka einum evropacupplássi, um alt gekk heilt væl. Eina miðal "plasering" høvdu vit væntað. Men heldur ikki tað eydnaðist. Kortini haldi eg, at okkara unga lið saman við okkara venjarum hava sýnt bæði stríðsvilja, gott spæl og sera positivan ítróttaranda, hóast avbjóðingin var stór alt árið. Eingin hevði roknað við, at kappingin 2009 skuldi blíva tann harðasta kappingin í manna minni. Á tí rætta degnum hevur at kalla ikki verið munur á liðunum, sum hava kappast. So líka mikið hvørji lið skulu niður í 1. deild at leika leygardagsfótbólt næsta ár, so eru tað klárt tey bestu lið, sum nakrantíð eru farin hesa tungu gongd, líka síðan upp og niðurflytingin varð innførd í 1985. Á hesum seinasta leikdegi í 2009 er gott høvi at taka samanum. Um vit eina løtu gloyma, at vit í rúma tíð hava verið í niðurflytingarvanda, so haldi eg kortini, at nógv er at fegnast um. Vit hava flestu og bestu leikarar á unglingalandsliðnum, og tað gevur so sanniliga vón um betri tíðir. Vit hava í løtum víst fantastiskan fótbólt, vit hava vunnið slagið um Havnina í 2009, og vit hava eitt ótrúliga gott samanhald. Vit hava eina fína ungdómsdeild, sum vinnur meiri enn nakrantíð. Fótbóltsfelagið B36 hevur ómetaliga nógv at siga og at geva einari stórari fjøld av børnum, ungum og vaksnum. Og vit fara sjálvandi ikki at svíkja tað álit - heldur ikki í 2010. Styrkin hjá manni er at koma skjótt víðari, og ikki læsa seg fastan í tí, sum farið er, men bróta upp um armar og síggja møguleikar. Og møguleikarnir eru óendaligir. Framtíðin hevur nógv at bjóða. Vit kunnu einki gera við fortíðina uttan at læra av henni, men framtíðin hon er okkara. Og tað fara vit at prógva og at stríðast fyri. Vegna B36 og FC Tórshavn P/F, leikarar, venjarar og hjálparfólk fari eg at takka fyri árið í ár. Ein serlig tøkk til okkara sponsorar og okkara trúgvu og positivu áskoðarar. Vit síggjast aftur komandi kappingarár. Kristjan á Neystabø |














