Jákup hevur longt sáttmálan PDF Útskriva E-mail
2009 Tíðindi
Hósdagur, 01. oktober 2009 18:11

B36 og Jákup á Borg hava skrivað undir nýggjan sáttmála, sum bindir hann at felagnum komandi kappingarár

 

Ein av profilunum hjá okkum hetta kappingarárið, Jákup á Borg, hevur longt um sáttmálan við B36, soleiðis at hann eisini spælir fyri okkum komandi kappingarár. Nógv er broytt síðan hann í kappingarárunum 1998 og 1999 gjørdist toppskjútti í fremstu føroysku deildini, men týdningur hansara fyri liðið er als ikki minkaður - tvørturímóti.

Jákup, sum hevur verið fastur partur av føroyska A-landsliðnum í ár, ynskir at gloyma trilvandi kappingarárið í ár, og fegnast um nýggja sáttmálan. Tað gera vit sjálvsagt eisini, og vit gleða okkum longu at síggja hann aftur í hvíta búnanum komandi ár.

 

Seinasti og komandi

Seinasti dystur

Effo-deildin

í Gundadali 4. mai

B36 - Víkingur 3 - 0


Komandi dystur

Effo-deildin

við Løkin 20. mai kl. 15.00

NSÍ - B36

Støðan í Vodafonedeildini

Minst til limagjaldið

Tín meining

Hvør vinnur NSÍ-B36?
 

Innritan



B36-styvlar