Ungdómsdeildin
Gamlar greinar
RSS tíðindi
| Smádreingir føroyameistarar |
|
|
|
| 2009 Tíðindi |
| Týsdagur, 29. september 2009 18:07 |
|
Smádreingjalið okkara kann erpa sær av at vera føroyameistari á hálvum vølli 2009
Kappingina vunnu okkara ungu garpar frammanfyri 07/MB og HB, sum gjørdust ávíkavist nummar tvey og trý. Kappingina vunnu teir við 30 stigum, tvey stig frammanfyri 07/MB. Í teimum 12 dystunum fingu okkara smádreingir níggju sigrar, tveir javnleikir og eitt tap. Undirritaði fær góð minni fram við at skriva hetta: í seinasta umfarinum vunnu teir 6-0 á HB! Eins og í fjør, koma vit á heimasíðuni við yvirliti yvir øll tey heiðursmerki, B36 hevur vunnið í ár. Hetta kemur, tá ið allar kappingarnar eru avgreiddar. |















