Ungdómsdeildin
Gamlar greinar
RSS tíðindi
| Christian R Mouritsen-málið endaliga avgreitt |
|
|
|
| 2009 Tíðindi |
| Týsdagur, 22. september 2009 18:03 |
|
Aganevndin hevur tikið endaliga støðu í málinum um spæliloyvið hjá Christian R Mouritsen
Á fundi í dag hevur aganevndin hjá FSF tikið endaliga støðu í málinum um spæliloyvið hjá Christian Restorff Mouritsen. Málið, sum varð lagt fyri aganevndina var í tveimum og snúði seg í fyrstu atløgu um, at Christian spældi fyri B36 uttan spæliloyvi móti NSÍ 26. juli, og í aðru atløgu um sjálva flytingina av spæliloyvinum, sum varð framd eftir at flytingarvindeygað lat aftur. Niðurstøðan í málinum um NSÍ-dystin er, at B36 verður dømt at tapa dystin. Tað gjørdu vit í forvegin, so úrslitið stendur við, 3-0. UM seinna partin sigur aganevndin, at tað stendur greitt, at mál um flyting av spæliloyvum ikki kunnu leggjast fyri aganevndina, og harafturat er einki at leggja afturat tí viðgerð, sum er farin fram í kappingarnevndini, og at starvsnevndin onga viðmerking hevur. Tí verður einki gjørt í aganevndini í hesum málinum. Vónandi vwerður nú friður um hetta málið, so menn kunnu hugsavna seg um at spæla fótbólt tey bæði umførini, sum eftir eru! |















