2. lið steðgaði sigursrøð hjá oddaliðnum
Skrivað av Jákup Mørk   
Leygardagur, 18. juni 2011 21:01

 

Leygardagin spældi 2. lið hjá B36 ímóti KÍ í Klaksvík, og dysturin endaði við javnleiki 1-1. KÍ hevði vunnið allar níggju dystirnar í landskappingini higartil, og tí var úrslitið á góðari leið, hóast okkara menn eins væl kundu vunnið

 

 

 

Eftir eina tunga byrjan eru dreingirnir á næstbesta liðnum við at koma fyri seg aftur og nærkast spakuliga tí rætta endanum.

KÍ var sjálvsagt stórfavorittur undan dystinum, tí klaksvíkingar høvdu ikki gjørt mætari enn at vinna allar teir undanfarnu dystirnar. Men sigursrøðin hjá KÍ steðgaði, tá ið okkara menn stríddu seg til ein javnleik, sum eins væl kundi verið ein sigur.

Samanumtikið hevði KÍ meira spæl og flutti bóltin væl runt vøllin, men tað vóru teir hvítu, sum skaptu teir stórstu málkjansirnar.

B36 kom framum longu í sjeynda minutti. Rógvi Róin legði eitt horna væl innfyri, og har stóð Fróði Clementsen við aftaru stong og skallaði bóltin í kassan. Sum fyrri hálvleikur leið gjørdist KÍ alt meira dominerandi, tó uttan at skapa nakrar nevniverdar málmøguleikar.

Eftir hálvan tíma fekk KÍ fríspark beint uttanfyri brotsteigin, og tað setti ein KÍ-ari í netið uttan møguleika hjá Thomasi í málinum at bjarga.

Eftir steðgin var gongdin tann sama. KÍ hevði bóltin meira, men tað vóru okkara menn, sum høvdu teir bestu møguleikarnar. Sandri Færø hevði tvær góðar royndir, men hann var óheppin ikki at skora. Eisini valdi dómarin heilt óskiljandi at bríksla fyri frísparki, eftir at innskifti Jónas hevði vunnið bóltin frá einum tungum verjuleikara og gjørdist púra leysur. Eingin ivi var um, at okkara kendu seg snýttar fyri ein góðan møguleika at avgera dystin.

2. lið hevur higartil mannað við nøkrum unglingum, sum fáa nakrar virðismiklar royndir í vaksnamannafótbólti, umframt nøkrum eldri leikarum, sum hava havt sínar bestu dagar á 1. liði. Næstu ferð skal 2. lið til Suðuroyar at spæla jóansøkudyst ímóti TB í runudíkinum í Hvalba.

 

KÍ – B36 1-1 (1-1)

1-0: Fróði Clementsen, 7.

1-1: Andrias Klakstein, 34.

 

Liðið: Thomas Knudsen – Fróði Clementsen (Magnus Berg Lund, 45.), Herbert í Lon, Jens Kristian Hansen, John Norðbúð Thomsen – Jan Guttesen, Stefan í Skorini, Rógvi Róin (Árni G. Nielsen, 85.) – Sandri Færø, Jákup T. Joensen – Kristian Gustafsson (Jónas Rudolfsson, 77.)

 

Støðan í 2. deild sæst her

 

 

Seinasti og komandi

Seinasti dystur

Effo-deildin

í Gundadali 4. mai

B36 - Víkingur 3 - 0


Komandi dystur

Effo-deildin

við Løkin 20. mai kl. 15.00

NSÍ - B36

Støðan í Vodafonedeildini

Minst til limagjaldið

Tín meining

Hvør vinnur NSÍ-B36?
 

Innritan



B36-styvlar